Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Danir hava altíð verið sjáldsama hittinorðað fólk, og nú nýggja danska stjórnin skjýtur upp at taka av dýra biðidag sum hvíludag og lata sparda peningin av hesi atgerð til krígsútbúnað, var onkur skjótur at nevna dagin “Store bombedag”.

Ein grundgeving, sum danska stjórnin áhaldandi júkar upp í saman, er, at “der er krig i Europa”. Men hetta er einki nýtt: Danir hava sjálvir sum partur av NATO verið í kríggi í Europa í áravís – á Balkan, og ikki um at tala hava teir í ólukkumáta verið í kríggi aðrastaðni (har mannalív ivaleyst, eftir teirra tykki, ikki eru líka so dýrabar sum í Europa) – í Libya, í Irak og Afganistan.

Kríggið millum Russland og Ukraina er eitt kríggj millum tvær líkar skipanir, báðar kapitalistiskar, har ið teir, ið sita við valdið, og teir, sum stuðla teimum, fáa vinning burtur úr krígnum, meðan fæloysingar lata lív sum herfólk á vígvølli ella sum ósek offur í atsóknum.

Stóru vinnararnir eru vápnaverksmiðjurnar bæði eystan- og vestanfyri. Og so tey, ið sum partaeigarar eiga virðisbrøv í hesum ídnaði. Vit kunnu gita, um nakar landsmaður okkara kennir seg raktan.

Longu í 1935 sá norska skaldið Nordahl Grieg hetta høpið, tá ið hann skrivaði sjónleikin “Vår ære og vår makt”. Hann er um leiklutin hjá norskum reiðarum í fyrsta heimsbardaga 1914-18; hvussu teir ríkaðu seg upp av krígsstøðuni, meðan sjómenn í hópatali lótu lív, tá ið fraktskip vórðu søkt.

Leikurin endar við hjartanemandi pallmyndini, har kvinnan umboðar friðarvónina, meðan “Børsmennesket”, hann, ið umboðar kapitaláhugamálini, vónfullur sigur:

“Det lysner på markedet. Blir det krig i Østen?”

Men arbeiðsmenninir rópa samsintir “Nei!”, og samstundis, sum tjaldið fellur, ljóða lúðrarnir, sum boða frá aðalverkfalli.

Í hesum sambandi kundi verið hóskandi at spurt, hvør ið í dag umboðar láglønarstættina.

Høgravongurin ger tað ikki, og norðurlendsku  javnaðarflokkarnir, ið vera skulu, gera tað heldur ikki. Allarminst í Danmark, haðan krígsrópini hoyrast eina hvøllast – og føroyskir javnaðarmenn gera – ið hvussu er á Fólkatingi -  sum Mettu-mamma sigur.

Sjúrður og Anna hava kunngjørt, at tey fegin vilja hava bumbudag heldur enn biðidag.

Nú fæst at síggja, hvørja støðu politiska valdið í Føroyum tekur.

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo