Eg havi broytt meining um nógv. Men ikki um, at eg havi rætt
- Ashleigh Brilliant

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nógv spyrja um mína støðu til uppskotið hjá donsku stjórnini um at strika dýra biðidag sum frídag. Og tey halda ikki tað líkist nøkrum, at eg ikki fari at atkvøða ímóti tí.

Hetta er mítt svar:  

Tað er meiriluti millum danskar politikarar fyri hesum. 89 limir, valdir í Danmark, fara at atkvøða fyri. Í mesta lagi 86 fara at atkvøða ímóti. (Mann veit aldrin, men soleiðis sær tað út).

Altso: Um allir norðuratlantisku mandatarnir verða tiknir úr líkningini, so er meiriluti á fólkatingi fyri hesum uppskotinum. Tí verða tað ikki vit, sum avgera tað.

Hinvegin: Ganga vit fýra saman og stemma ímóti stjórnini, so kunnu vit koppa javnvágini, so uppskotið fellur. Tað verið eg IKKI við til – av hesum grundum:

1) Tað er sum sagt meiriluti millum limir, valdir í Danmark, fyri at fremja hetta. Høvdu norðuratlantisku limirnir verið við til at fella tað, høvdu vit á eina hátt tikið danska demokratiið av ræði. Tað haldi eg meg ikki hava mandat til.

2) Eg havi í sambandi við samgongusamráðingarnar gjørt eina góða avtalu við stjórnina um viðurskifti, sum vóru avgerandi fyri Javnaðarflokkin valstríðnum. Mín partur av avtaluni er sjálvandi, at eg ikki eri við til at fella somu stjórn, sum eg havi gjørt avtaluna við.

3) USA fer spakuliga at leggja frá sær ábyrgdina at verja Europa, og Danmark fer – eins og onnur NATO-lond – at taka væl størri ábyrgd. M.a. fer Danmark at økja verjuútreiðslurnar við 18-20 milliardum um árið, soleiðis at samlaðu útreiðslurnar verða umleið 55 milliardir um árið. At Danmark ger hetta, er tíverri neyðugt. Bæði tí Russland er ein hóttan, og tí Danmark hevur sent nógv av sínum sera dýru vápnum til ukrainska herin. Hetta gagnar ikki minst okkum. Men tað skal fíggjast. Og hetta er ein máti at fíggja tað uppá. Eg kann illa siga JA til at Danmark tekur størri verjupolitiska ábyrgd (til gagns fyri Europa og Føroyar) og samstundis siga NEI til henda partin av fíggingini.

4) Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at verjuútreiðslur Føroya eru 0 krónur. Og vit hava onga herskyldu.

5) Tað skal eisini síggjast í ljósinum av, at Føroyar – burtursæð frá at vit (tíbetur) hava tikið nøkur ukrainsk flóttarfólk og stuðlað øðrum gjøgnum Reyða Kross – politiskt einki gera mótvegis russiska djevulskapinum yvirhøvur.

6) Eg fari ikki, á hesum grundarlagnum, at taka danska demokratiið av ræði og forða fyri, at danir fíggja tað, teir gera, á ein hátt, sum ein meiriluti av fólkatinginum er samdur um. Tað hevði ikki sømt seg.

7) Vita tit, hvat hevði sømt seg? Tað hevði sømt seg, at Føroya Landsstýri sendi eini 50 milliónir til ukrainska herin. Ikki bara fyri at hjálpa Ukraina, men tí tað eisini er okkara trygd, stabilitet og frælsi, hasi fólkini offra sítt lív fyri.

8) So leingi vit ikki gera tað, mugu vit bara vera takksom fyri, at onnur vilja rinda – og vilja arbeiða eitt sindur meira fyri at kunna rinda. 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo