

Tórshavnar kommuna sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 til kl. 21.30 í samband við altjóða átakið Earth Hour.
Í hesum sambandi skipar Tórshavnar kommuna fyri einum tiltaki í Vesturkirkjuni og einum gongutúri niðan á Oyggjarvegin. Á Oyggjarvegnum verður eygleitt, meðan ljósini verða sløkt.
Tiltakið hetta kvøldið byrjar í Vesturkirkjuni við hugleiðingum og tónleiki, og síðani verður gingið niðan á Oyggjarvegin. Gongufelagið í Havn leiðir túrin. Uppi á Oyggjarvegnum taka skótar ímóti gongufólkinum við kakao og bakstri, eisini vera hugleiðingar og tónleikur á skránni.
Skráin er hendan:
19.15 Hittast í Vesturkirkjuni
19.15 Livandi tónleikur við Guðruni Sólju og Janusi Kampmann
19.25 Hugleiðingar við Theodor Eli Dam Olsen, presti
19.35 Livandi tónleikur við Guðruni Sólju og Janusi Kampman
19.45 Gongutúrur niðan á Oyggjarvegin við gongufelagnum
20.30 Ljósið sløknar
20.40 Hugleiðingar við Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, á Oyggjarvegnum
20.50 Livandi tónleikur við Páll Brim
21.30 Ljósið tendrar
Heitt verður á gongufólkið at hava egnan kopp við og at minnast til góðar skógvar at ganga í.
Tiltakið í Vesturkirkjuni og túrurin niðan á Oyggjarvegin eru ókeypis. Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við Visit Tórshavn við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo ella við at ringja tel. 30 24 25.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo