Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt gott umdømi er skjótari at missa enn at vinna
- Walter E. Williams
Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Í ár eru 100 ár liðin, síðan Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og í tí sambandi hevur Edward Fuglø málað eitt forkunnugt listaverk, sum nú verður boðið út til frama fyri hjálpararbeiðið.

Vit eru sera fegin um og takksom fyri, at Edward hevur gjørt hetta serliga verkið til okkara 100 ára hátíðarhald, og vónirnar eru, at uppboðssølan fer at vekja stóran áhuga og geva eitt gott íkast til hjálpararbeiðið.

Vit almannakunngera nú eina mynd av málninginum, so bæði einstaklingar og fyritøkur fáa høvi at síggja verkið frammanundan og hava tíð at umhugsa, um tey vilja bjóða upp á hann leygarkvøldið.

Uppboðssølan verður undir beinleiðis Landsinnsavningini, sum verður send úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 31. oktober kl. 19.00.

Mynd: Eybii myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #