Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nú verður enn lættari at fylla brennievni á bilin, tí í dag, 25. februar, gevur Effo eina app út, ið kann nýtast í sambandi við áfylling av bilinum.

Higartil hevur verið vanligt, at fólk rinda fyri brennievni inni í handlinum ella við gjaldskorti úti við pumpurnar.

Nú ber til at rinda við Effo appini. Tað vil siga, at tú velur tað pumpuna tú stendur við, velur bensin, diesel ella Ad-blue, fyllir á, og koyrir avstað - gjaldið verður sjálvvirkandi trekt av tíni konto.

”Vit eru sera glað fyri at hava fingið ment Effo appina, sum víðkar um tænastuna til kundarnir”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Effo appin er ókeypis og kann takast niður á AppStore og GooglePlay.

Appin, ið er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum, er ment í Føroyum av føroyskum veitarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo