Landsbankin: Sambært stovnsmetingum hjá Havstovuni hava botnfiskastovnarnir undir Føroyum verið illa fyri seinastuni nógvu árini. Hartil hava stovnarnir av toski og hýsu ongantíð í tíðarskeiðinum síðan 1959 verið so lítlir í eitt so langt tíðarskeið; toskastovnurin hevur verið lítil í eini 16 ár (mynd 1). Fiskavirkini siga somuleiðis frá, at lítið er av rávøru í Føroyum og serliga er tað lítið at fáa av toski og upsa.
Heimaflotin er komin til eitt markamót, har tað er neyðugt at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, so hann gevur íkast til búskapin.
Eftir ringa standinum á botnfiskastovnunum at døma, hevur umsitingin av botnfiskastovnunum ikki roynst væl. Ivasamt er hvørt verandi skipan við fiskidøgum, har mátað verður í fiskidøgum heldur enn nøgd, er nóg munadygg. Ein av vansunum við effortskipanum sum fiskidagaskipanin er, at effektiviteturin er trupul at máta, og tískil er tað torført at meta um veiðuorkuna, ið sostatt kann føra til ovveiðu.
Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo