40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á nýggjárinum hækkaði Fjarhitafelagið uttan ávaring prísirnar við ikki minni enn 10,5%. Undanførslan er sum vant, at oljuprísirnir hækka – hóast tað einki sum helst hevur við framleiðslukostnaðin hjá Fjarhitafelagnum at gera.

Eigarafeløgini hava tikið seg saman í felagsskapin “Skynsamur Fjarhiti”, hvørs endamál er at fáa ein meira gjøgnumskygdan og betri príspolitikk – eitt av endamálunum er at farhitaprísurin als ikki skal vera tengdur at oljuprísinum.

Felagsskapurin hevur stórar trupulleikar at fáa leiðsluna í Fjarhitafelagnum á tal. Tey hava leingi samskift við nevndarformannin, Trónda Sigurðsson.

Tey siga í skrivi til eigarafeløgini, at tey hava borið fram ónøgdina við prísin fyri fjarhitan.

Bæði tað at prísurin fyri fjarhita er so høgur í mun til aðrar grønar orkuloysnir, og at eindarprísurin broytist so óstøðugt.

- Tróndur hevur ferð eftir ferð lovað at virka fyri at broyta órímiligu viðurskiftini, sum vit hava víst á so leingi, og hevur lovað at virka fyri, at prísurin skuldi lækka og undir ongum umstøðum hækka.

- Vit fingu at vita, at Tórshavnar kommuna og SEV fóru at skjóta fleiri pengar í Fjarhitafelagið, og nevndarformaðurin lovaði, at hetta fór at opna møguleikarnar fyri at betra umstøðurnar hjá mongu kundunum í Fjarhitafelagnum. Ein rapport var á veg um Fjarhitafelagið, sum vit skuldu fáa avrit av, so skjótt hon var liðug. Væntandi áðrenn jól. Enn hava vit ikki fingið nakra rapport.

- Nú hækkaði orkuprísurin so aftur munandi, bæði frameftir og eitt heilt ár aftureftir. Vit mugu tíverri staðfesta, at samskifti okkara førir ongan veg. Vit hava givið Fjarhitafelagnum og nevndini hjá Fjarhitafelagnum allar møguleikar, men vit mugu staðfesta, at eingin vilji er hjá Fjarhitafelagnum at betra órímiligu viðurskiftini við kundarnar, lækka prísir og finna ein meira støðugan leist fyri prísáseting.

Nú hevur aftur verið fundur við eigarafeløgini. Og nú er rokningin komin – príshækkingin hesaferð er heili 10,5%. Nú verður farið at tjakað um onnur tiltøk móti Fjarhitafelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo