Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

RFF: Sunnudagin 2. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Tvey hava latið lív síðan seinasta minningardag
Eftir fleiri ár við søguliga lágum deyðstølum í ferðsluni, harav 2 ár við ongari deyðsvanlukku, er rákið nú tíverri eitt annað. Í 2022 lótu tvey fólk lív í føroysku ferðsluni.

Í august andaðist ein 75 ára gamal maður, eftir at hann varð ákoyrdur við ein gonguteig á J. Paturssonar gøtu í Havn.

Í november andaðist ein 19 ára gamal maður í bilvanlukku við Áir, tá bilur hansara rendi saman við mótkoyrandi bili.

Tvær deyðsvanlukkur í ferðsluni eru tvær ov nógvar. Tað er ein samfelagsligur missur, men nógvar ferðir meiri enn tað er tað ein menniskjaligur missur og vit hava samkenslu við teimum avvarandi. Í alt eru 292 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív í 1928.

Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða tykist ikki at vika seg. Í 2022 skrásetti politiið 33 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. Um aldarskiftið var hetta talið annars tvífalt so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra, millum annað tá promillumarkið varð broytt. Men síðani hevur talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.

0-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður.

Í mong ár hevur RFF víst á, tørvin á skaðakanning í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Og ljósari tíðir tykjast vera fyri framman, tí nú verður skaðanevnd loksins sett í verk í Føroyum. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo