Grynnunevndin: Leygardagin, 4. mai 2024, verður Ein dagur á Grynnuni endiliga aftur í Tórsgøtu til ein minniligan dag, fyltur við mentan, mati og samveru.
Hetta er dagurin at feira okkara tilfeingi, samanhald og ikki minst, at njóta okkara dýrabæra tilfeingið í alskyns hami.
Eitt tiltak, sum seinastu árini hevur vundið uppá seg, har seinast tiltakið varð hildið, í 2021, vóru 8.000 vitjandi.
Vit gleða okkum at bjóða øllum gestum vælkomum aftur "á grynnuna" - ein dagur fyri øll, har vit sameina siðvenju og innovatión í hjartanum av høvuðsstaðnum. Hettar er eitt alemnt gagnligt tiltak, har alt er ókeypis og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo