Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein dagur á grynnuni: Síðani 2016 hevur Ein dagur á grynnuni verið fastur táttur á kalendaranum hjá mongum familjum og einstaklingum. Á hvørjum ári økist talið av vitjandi.

Endamálið við Einum degi á grynnuni er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið í sjónum kring oyggjarnar, og fyriskipararnir hava lagt seg eftir at arbeiða burðadygt við at gagnýta so nógv av tilfanginum, sum til ber. 

Av korona varð ikki skipað fyri tiltakinum í 2020 og 2021, so vælvildin og gleðin var ótrúlig, tá Ein dagur á grynnuni aftur var á skrá í 2022. Nógvir vóru stuðlarnir og hjálparfólkini, og Tórsgøta var á tremur við vitjandi gestum. Helst var tað mest vitjaða grynnan nakrantíð.

- Tað krevur sera nógva tíð og orku at fyrireika og samskipa eitt stórt tiltak sum Ein dagur á grynnuni, sum er tengt at vælvild og áhuga hjá stuðlum og hjálparfólki. Fyri at tryggja, at øll fáa eina góða uppliving, hevur nevndin tí tikið avgerð um,  at hava tiltakið annaðhvørt ár, sigur Hávarður Enni, næstformaður í Ein dagur á grynnuni.

Hóast broytta leistin vónar nevndin, at stuðlar og hjálparfólk verða eins ágrýtin at taka eina hond í 4. mai 2024, tá tiltakið aftur verður hildið í Tórsgøtu og Vágsbotni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo