Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

B36: Tað er av sonnum ein av flaggberum okkara, sum í dag legði árarnar inn.

Kjartan Mohr var frá barnsbeini B36’ari við stórum B, og ungdómsárini spældi hann sjálvandi fótbólt her hjá okkum. Eisini var hann partur av unglingaliðnum, sum í 1972 vann higartil einasta FM-heitið, sum vit hava vunnið í deildini.

Frá 1973 spældi hann við besta mansliði okkara, og hóast lestrartíðin kravdi síni ár uttanlands, var hann altíð fúsur at fara í gaggurnar, tá hann var heima á klettunum.

Kjartan kom í nevndina hjá B36 í 1986. Her var hann ein av høvuðsmonnunum í risa arbeiðinum, sum komandi árini endurreisti støðuna hjá B36 sum eitt av fremstu feløgunum í landinum. Eitt nú varð felagshúsið bygt, umframt at besta mansliðið við árunum vann sær støðu sum fastur partur av oddinum í føroyskum fótbólti. Ikki minst takkað verið treiska kassameistaranum.

Kjartan sat í nevndini uttan íhald í 30 ár. Mest sum øll árini var hann kassameistari, men í 2005 tók hann eitt seinasta tørn sum formaður. Og tá boð aftur vóru eftir einum treiskum kassameistara, stóð Kjartan sjálvandi til reiðar at taka eitt tørn afturat. Hesa ferð í 2009 og 2010.

Hóast hann tá legði nevndararbeiði frá sær, hevur Kjartan øll árini verið felagnum ein hollur stuðul, og tað stóð ongantíð á at fáa eina hjálpandi hond ella góð ráð, um tørvur var á hesum. At hann eisini var virdur av føroyskum fótbólti sum heild, kom eisini til sjóndar, tá hann varð biðin um at taka sess í Aganevndini hjá FSF í 2007.

Kjartan starvaðist á apotekinum. Seinastu árinin var hann Landsapotekari.

Kjartan var giftur Monu. Tey bæði eiga børnini, Poul Róa, Moniku og Elsu Annu. Eisini telur familjan tvey abbabørn.

B36 vil við hesum fáu orðum vísa okkara djúpastu samkenslu við tykkum, sum eftir sita.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo