Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Blái Krossur Føroya: Summar í Føroyum er samvera og hugni – og veitslulag. Tað er púra nátúrligt at vit smakka okkum á við onkrum leskiligum, tá vit koma saman – við og uttan prosentir.

Aftur í ár samstarva Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd um eitt superlekkurt alternativ til summarveitsluna – ársins kokkteyl uttan alkohol. Húskokkur okkara, Gutti Winther, hevur enn einaferð bryggjað ein ótrúliga lekkran kokkteyl, sum er púra líkatil og líka til at elska. Ársins kokkteylur eitur “Espressoskeyk” – við kakaomjólk, søtari kondenseraðari mjólk, kaffi og einum dismi av kaneli – og hann skal helst njótast ísakaldur!

- Flestøll eru samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman, men framvegis henda álvarsom ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring. - Um tú syrgir fyri leskiligum alternativum til tey, ið koyra bil, ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Tað kunnu vera so ymiskar orsøkir til ikki drekka alkohol. Til dømis, tí man skal koyra bil. Tá er gott eisini at hava lekrar valmøguleikar til góman, tí kanska hevur man ikki ordiliga hug til at drekka vatn eitt heilt kvøld. Tíbetur er úrvalið av alkoholfríum drekkivørum vorðið nógv størri seinnu fáu árini. Og eisini bjóða fleiri skeinkistøð góð alternativ.

- Vit møta nógvum fólki, ið ynskja onnur rúsfrí alternativ enn vatn og sodavatn, tá hini kring borðið sita við einum fínum kokkteyli, sigur Helena Zachariasen, samskipari av Liv Lívið átakinum hjá Bláa Krossi Føroya. Vit vóna, at skeinkistøð, matstøð og veitsluvertir hugsa um tey mongu, sum ikki drekka alkohol.

“Espressoskeyk” er triðja samstarvið hjá RFF og Bláa Krossi.

Í 2019 bryggjaðu vit “Heilt appilsinfríar”. Í 2020 bjóðaðu vit “Sýrutripp”. Og í 2021 er túrurin komin til “Espressoskeyk” – ein lættur og leskiligur kaffi-kokkteylur.

Allar uppskriftirnar eru tøkar á www.rff.fo/god-rad og www.livlivid.fo, so tú heilt ómakaleyst kanst royna teg heima við hús. Hvønn vilt tú royna fyrst?

Sí uppskrift her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo