Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Okkara Land: Okkara Land er festivalurin fyri tey vaksnu. Hann sær dagsins ljós summardagin 1. juni 2024 við Marknagilsvegin í Tórshavn.

Á stórum og opnum øki
Har verður lív í á stóra parkeringsøkinum við Skúlaheimið í Marknagili. Har verður nevniliga stórur konsertdagur við heitinum Okkara Land

Føroyskur festivalur
Talan er um ein nýggjan ”syng við festival”, við føroyskum nøvnum burturav. Soleiðis sigur fyriskiparin Dan Joensen um festivalin á heimasíðuni www.okkaraland.fo

“Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond enn síggja tað vakra, sum er í nánd?” Somuleiðis meina vit, at vit ikki noyðast at leita so fjart fyri at finna góðan tónleik, sum vit kunnu njóta og syngja við til.

Ætlanin handan Okkara Land er, at hava eitt føroyskt tónleikatiltak bara til tey vaksnu. Vit saknaðu eitt tiltak, sum var meira stíðlað teimum vaksnu, sum elska at syngja við til øll tey góðu løgini, sum okkara fantastisku føroysku tónleikarir hava smíðað gjøgnum árini.

Kunngjørd nøvn
Nógv góð nøvn eru longu kunngjørd. Longu nú eru nógv nøvn komin upp á plakatina. Millum annað kunnu nevnast Tinganest, Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, Herborg Torkilsdóttir, Ólavur Højgaard, Sámal Ravnsfjall og Danny & The Veetos - øll við løgum sum nærum øll kunnu syngja við til.

Fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.

Okkara Hits
Frá midnátt og heili 2 tímar fram fara fleiri av okkara allarbestu songfuglum saman við húsorkestri at framføra tað, sum fyriskiparin kallar ”Okkara Hits”. Her sleppa áskoðarar at uppliva og syngja við til fleiri av teimum allar bestu føroysku toppløgnum, sum vit kenna.

Eisini verða stórir skíggjar við teks uppsettir soleiðis, at áskoðarir sleppa at syngja við sangunum, sum verða framførdir tá.

Geva aftur til fólkið
Okkara Land vil geva aftur til fólkið. Hettar verður eisini skrivað á heimasíðuni www.okkaraland.fo, har nevnt verður, at festivalurin fer at hjálpa neyðstøddum børnum og barnafamiljum í Føroyum, við at stuðla Barnabata, eftir tiltakið.

Vertur og vertinna
Eingin annar enn Jákup Magnussen saman við Herborg Torkilsdóttir fara at ríka okkum dagin við at verða vertur og vertinna á festivalinum.

Fyriskiparin ger vart við, at tað er 18 ára aldursmark í Okkara Land.

Meira kunning er á www.okkaraland.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo