Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Fyri fulsettum hølum innleiddi sálarfrøðingurin Tóra Petersen sýningina í Filmsfelagnum við nýggja danska filminum “Undtagelsen” í gjárkvøldið.

Filmurin byggir á metsølu og virðisløntu bókina hjá Christian Jungersen, ið er um vaksnamannahapping millum fýra kvinnur á einum arbeiðsplássi, har Olaf Johannessen er veiki stjórin.

Maria Månson, sum er filmsummælari í danska kringvarpinum og vertur í Filmselskabet, spyr seg sjálva í ummæli í dag, um hon sjálv hevur verið til at happa longu í barnaskúlanum, so fólk eru merkt fyri lívið.

- Í hesi greiningini eydnast filmur væl, tí tú verður fangaður sum áskoðari, sigur Maria Månson. - Tí tær fýra kvinnurnar arbeiða hvønn dag við krígsbrotsgerðum, meðan tær eru blindar fyri somu sálarfrøðiligu mekanismum, tá tað snýr seg um teirra egnu samstarvsviðurskifti. Hvør sigur, at sama trongskygnið ikki er hjá tær og mær eisini, spyr Maria Månson, eins og innleiðarin, Tóra Petersen, ið spurdi, um vit tora at møta óndskapinum, sum øll bera í sær, og um vit vilja verða undantakið, sum heitið á filaðu søguni bendir á.

“Undtagelsen” heldur fram í Havnar Bio. Umframt at vera spennandi, er filmurin eitt gott kjakupplegg til viðurskifti millum vaksin á arbeiðsplássum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo