Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

OY Voxbotn 2024: Hetta er eitt hál av teimum heilt stóru. Heimskendu Backstreet Boys hava bert konsertir í Las Vegas komandi mongu árini. MEN nú hevur Nick Carter júst avgjørt at leggja leiðina framvið Føroyar, fyri at geva okkum eina fantastiska konsert á OY Voxbotn 2024.

Vit kenna hann frá løgum sum ‘I want it that way’ og ‘Quit playing games with my heart’. Hesin harrin hevur ríkað kvinnuhjørtu líka síðan hann var tannáringur og áhugin fyri honum er ikki minkaður við árunum. Eftir ein steðg uppá 7 ár, hava fjepparir kring allan heim bíðað eftir, at hann ger sítt comeback. Og tað er nú! Tað er kravgangur hjá fyriskiparum at fáa fatur á Nick, eins og tað er kravgangur hjá fjepparunum at fáa fatur á atgongumerkjum. Ì Føroyum eru vit nú so heppin, at tað er eydnast okkum at sleppa uppí part. Nick Carter er nærum betri umtóktur enn nakrantíð og er tað sera stórt, at tað hevur eydnast Voxbotn at fáa hann til Føroya. Hetta kemur hann, í samband við hansara ‘Who Am I’ konsertferð í gjøgnum Europa, saman við orkestri sínum.

Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt stóru, tá løg sum ‘Everdybody’, Shape of My Heart’ og ‘As long as You Love Me’ fara at runga í býnum, mitt í Havn, saman við føroya besta fjepparaskara. Fyriskiparirnir vænta at hetta verður ein av orsøkunum til, at Voxbotn enn einaferð verður útselt í 2024.

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim og Gobs koma á ársins Voxbotn 2024. Hetta verður stórt!

Tryggið tykkum atgongumerki á www.ebillett.fo, í effo kring landið og í marknaðardeildini hjá sms.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo