Í morgin verður hann mestsum beinur norðan, sum dagurin líður frískar vindurin nakað, onkur sólglotti mitt á degnum, annars mest skýggjað og tað verður kaldari, um eini 3-4 stig.
Týsdagin lot til frískt lot av norði, skýggjað men turt og hitin um 3 stig.
Mikudagin fer at kava, tað verður kalt, helst minus 1 ella 2 stig, lot til frískan vind av norði.
Hósdagin strúkur í vindi av norði, kavaæl allan dagin, men sum frálíður verður lýggjari, eini 4 stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi av norði ella útnyrðingi, kava- ella vátaslettingsæl, hitin um 4 stig.
Næsta vikuskifti verður hitin ímillum eitt og trý stig, kava- ella vátaslettingsæl men eisini onkrir sólglottar, uppí ein strúk leygardagin men sunnudagin minni vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo