Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er mangan prógvað, hvussu nógv ítrótturin sparir okkum innan heilsuverkið. Eru vit kropsliga virkin í góðum felagsskapum, fyribyrgir tað bæði sálarligari og kropsligari sjúku.

Tað er eisini prógvað, at ítrótturin heldur ungdóminum frá skeivum leiðum. Ímyndið tykkum, hvar ungdómurin hevði verið og hvat hann hevði gjørt, um tað ikki vóru góð og mennandi ítróttartilboð kring alt landið dag og dagliga, har vaksin eru um tey! Ímyndið tykkum, hvat tað hevði kostað?

Og hugsið so um savnandi megina, tá ið tað gongur okkara landsliðum og úrmælingum væl. Stóru altjóða úrslitini seinastu árini hava samansjóðað tjóðina betur enn nakað annað.

Men játtanin til ítróttin er stórt sæð ikki hækkað seinastu nógvu árini. Nú sansar at.

Vit mugu lurta eftir teimum, sum varða av ítróttinum kring landið og sum vísa á vantandi fígging til nógv økta virksemið.

Vit eru heppin at hava eitt virkið frítíðarlív í Føroyum við hópatals tilboðum og sjálvbodnum, sum gera eitt risa arbeiðið landi og fólki at gagni.

Tá ið tey nú biðja um fleiri pengar til viktiga virksemið, eiga vit at játta.

Tí hvør króna nýtt til ítróttin sparir okkum nógvar krónur á øðrum økjum – bæði sosialt og heilsuliga.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo