Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hoyra onkuntíð um samgongur, ið eru óarbeiðsførar, men sum borgari er tað ikki altíð týðiligt, hvør orsøkin er. Ein situr eftir við spurninginum um, hví politikkararnir ikki bara kunnu gera tað arbeiðið, teimum er litið til av veljaranum. Tað er sjálvandi ikki eitt ynskiligt endamál hjá nøkrum politikara at skipa óarbeiðsførar samgongur. Veruleikin er tó, at hetta ofta hendir. Í hesari viðmerking hyggja vit nærri at tveimum orsøkum til, at samgongur gerast óarbeiðsførar.

1.     Legg eitt uppskot fram uttan at siga tínari samgongu frá
Tú ert landstýrisfólk í einari fleirflokkað samgongu og hevur eitt lógaruppskot, tú ynskir at leggja fyri løgtingið. Sum eitt nú eitt lógaruppskot til hoyringar um nýggja fosturtøkulóg, ið Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður, í vikuni sendi legði fram á tíðindafundi. Tú kanst gera eins og landstýrismaðurin og leggja uppskotið fram, uttan at siga floksfeløgum og samgongufeløgum frá. Hetta skapir sjálvsagt innanhýsis stríð í samgonguni, serliga tá tað snýr seg um eitt kjak, sum er so betent sum fosturtøkukjakið. Tað kann føra til, at samgongulimirnir taka frástøðu frá teirra egnu uppskotum. Tá samgongan arbeiðir ímóti sær sjálvari uppá hendan mátan, so er hon at kalla óarbeiðsfør, tí hon fær ikki samtykt sín egna politik.

2.     Før ein ultra-bláan politik við vinstravendum flokkum
Tú ert løgmaður og hevur skipa eina samgongu tvørtur um politisku miðjuna. Hetta merkir, at tað eru bæði høgravendir og vinstravendir flokkar við í einum politiskum samstarvi. Hetta hevur nakrar fyrimunir, men teir fyrimunirnir eru treytaðir av, at allir samgongulimir kunnu spegla sær í førda politikkinum. Men um tú, sum løgmaður, velur at føra tann mest kapitalistiska politikkin vit nakrantíð hava sæð í Føroyum, so verður ikki leingi fyrrenn vinstravendu samgongulimirnir byrja at kritisera sína egnu samgongu. Júst sum í fyrra døminum skapar hetta innanhýsis stríð. Tað ger, at samgongan má berjast við seg sjálva, heldur enn at berjast við andstøðuna – og so gert hon óarbeiðsfør.

Andrias Jacobsen
Landsnevndarformaður í Sjálvstýri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo