Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tann 3. juli fylti Andrass Samuelsen 150 ár.

Hóast fáur føroyskur politikari hevði so stóran týdning og ávirkan, sum hann hevði, er hann næstan heilt tagdur burtur í flestu media.

Vit vita øll, hví tað er so.

Orsøkin er tann ússaliga øvundsjukan, ti hann var sambandsfólk.

Sjálvt ein undangongumaður, sum setti ta politisku dagsskránna í næstan eina hálva øld, verður søguliga lopin um, ti nationalistarnir ikki dáma hann.

Tað er sera løgin søga við stórari slagsíðu.

Tað er ein háð moti øllum teimum mongu føroyingum, sum heldur valdu Andrass enn Jóannes Patursson, sum teir ikki høvdu sama  álit á.

Andrass fekk fleiri stemmur og meira viðhald, ti hann var ein meistarligur debattørur, sum fundarfólki dámdi og valdu.

Tey litu á hann, og hann setti næstan altíð mótstøðumenn fastar við logiskum argumentum og brosandi ironi.

Undir krígnum høvdu Louis Zachariassen, Petur Mohr Dam og Andrass Samuelsen eitt fyrimyndarligt pragmatiskt samarbeiði í Landsnevndini, sum avgjørt bjargaði Føroyum.

Teir vóru ymsir av lyndi, men bæði Louis og Petur Mohr vóru hugtiknir av tí gløgga og hábærsliga veteraninum.

Hann var bæði nestor og mentor.

Virgar Tórarson Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo