Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvær ferðir í heimssøguni eru kjarnorkuvápn brúkt í kríggi.

Tað var í august 1945, tá USA tveitti tvær bumbur yvir japansku býirnar, Hiroshima og Nagasaki.

Kjarnorkubumburnar drupu beinanvegin tá tær brustu 105.000 fólk, men nógv tíggju túsund doyðu afturat av geislavirknu dálkingini, sum bumburnar elvdu til, og skjótt gjørdist greitt, at vísindafólkini høvdu ment eitt dómadagsvápn.

Síðani hava kjarnorkuvápn verið brúkt til at ræða við og onki annað.

Men eftir russisku innrásina í Ukraina fyri skjótt tveimum árum síðani er hetta broytt. Russiski forsetin, Vladimir Putin, er farin at tosa um, at kjarnorkuvápn kunnu brúkast um neyðugt.

Tí eru fleiri í Europa farin at stúra fyri, um Europa er til reiðar til hesa hóttanina. Ikki minst tí at tað í dag er USA sum stýrir sonevnda "kjarnorkuregnskjólinum", sum síðani 1945 hevur vart Europa ímóti hóttanini eystaneftir. 

Amarikanska kjarnorkuverjan í Europa
Sagt verður, at USA í dag hevur umleið 100 B-61 kjarnorkubumbur í Europa. Tær eru partur av Nato verjuskjøldrinum, hvørs høvuðsendamál sjálvsagt er at ræða mótpartin. Tær eru í Belgia, Niðurlondum, Italia, Týsklandi og Turkalandi og eru serliga væl egnaðar at brúka frá flogførum ella sum verja á stuttum teinum. 

Í Europa eru tað bara Frakland og Stórabretland sum hava síni egnum kjarnorkuvápn. Frakland hevur 290 løðingar sum kunnu skjótast úr kavbátum ella flogførum. Stórabretland hevur umleið 120 løðingar, og tær kunnu skjótast úr kavbátum.

##med2##

Russland og USA hava yvir 90% av øllum kjarnorkuvápnunum í heiminum. Tilsamans hava londini bæði yvir 5.000 løðingar at ráða yvir.

Meginparturin av russisku løðingunum sita á langtrøkkandi, strategiskum rakettum. Harumframt eru umleið 1.900 sonevnd taktisk kjarnorkuvápn, sum eru ætlað til meiri lokal álop beinleiðis á sjálvum vígvøllinum.

Í dag eru sjálvt tær minstu kjarnorkuløðingarnar nógv størri enn Hiroshima bumban. Hon hevði eina spreingimegi uppá 15 kilotons. Summi av taktisku vápnunum hjá Putin liggja ímillum 10 og 100 kilotons, siga serfrøðingarnir. Strategisku langtrøkkandi rakettirnar, sum kunnu røkka USA úr Russlandi, eru ímillum 500 og 800 kilotons til støddar. 

Taktisk kjarnorkuvápn kunnu eisini setast í stutt- og miðrøkkandi rakettir, sum russarar til dømis gera í Kaliningrad innlendisøkið við Eystrasalt.

Tær langtrøkkandi rakettirnar kunnu flúgva heilar 15.000 kilometrar. Og tær flúgva skjótt. Allir teir norðurlendsku høvuðsstaðirnir kunnu røkkast uppá í mesta lagi fimm minuttir.

Kelda: Jyllandsposturin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo