Í 1959 kom ein myrkhærdur unglingi av Sandi til Havnar. Hann fór at arbeiða hjá Peturi í Gong, har hann lærdi til húsasmið. Hann varð andaliga vaktur og fór at ganga á møti í Ebenezer. Hann tók eina andaliga støðu og fór at savnast við øðrum ungum í samkomuni. Hann var sera musikalskur og spældi bæði harmoniku og urgu, og tað kom bæði verkinum millum tey ungu í Bíbliuklassanum og samkomuni til góðar. Har møttust vegir okkara, og vit hava verið vinmenn síðani.
Maðurin, sum her verður sipað til, eitur Finnleif Durhuus. Og hann verður 80 ár í dag – 2. apríl. Vinskapur okkara hevði við sær, at Finnleif ofta vitjaði inn á gólvið í barnaheimi mínum á Dalavegnum, og vit gjørdust øll góð við henda fryntliga og vinsama unglingin av Sandi.
Sangurin um Harran var við til at knýta okkum saman, bæði í Bíbluklassanum, í Ebenezerkórinum og Sangvitnisflokkinum, sum ferðaðist til Íslands í 1963. Og so kom ein nýggjur bólkur fram, kallaður Sangbrøður, sum eisini Finnleif gjørdist partur av saman við Páll, Árna og undirritaða. Vit luttóku viðhvørt í Bíbliuklassanum í Ebenezer og eisini á øðrum møtum. Frá 1966 til 1969 vórðu tríggjar EP-plátur innsungnar, og aðrar upptøkur vórðu gjørdar. Jógvan Hammer av Eiði og seinni Ragnar C. Joensen. systkinabarnið, stóðu fyri hesum upptøkum. Hetta vóru tónar, sum bóru bráð av eini nýggjari tíð. Eisini tann blaðungi M. C. Restorff var við í summum innspælingum.
Tað var í samkomuni í Ebenezer, at Finnleif lærdi Jóhonnu Mariu at kenna, sum hann giftist við í 1970. Tey hava havt eitt gott og hugnaligt heim úti í Perskonugøtu. Tey eiga trý børn – Mikkjal, Kára og Ingunn.
Finnleif var miðvísur í øllum, hann tók sær fyri. Hann las til byggifrøðing í Danmark í árunum 1966-69 og fór eftir loknan lesnað at arbeiða hjá Landsverksfrøðinginum, har hann fekk leiðandi ábyrgd og nógvar, fjølbroyttar uppgávur í mong ár. Tað hevur verið virðing fyri tí, sum Finnleif hevur gjørt og staðið fyri. Finnleif er lættur av lyndi og dugir væl at siga frá, og ivaleyst tí hevur verið heitt á hann um at greiða frá søguligum hendingum í Kringvarpinum í sambandi við bygging av vegum og tunlum og øðrum.
Í samkomuhøpi hevur Finnleif verið við til samskipa kringvarpssendingar og andaktir, ið hava verið sendar í útvarpi og sjónvarpi. Hann hevur skrivað áhugaverda grein um søguna aftan fyri hetta góða verk, sum stendur á heimasíðuni hjá EvR.
Tað var ein gleði í 2004 aftur at vera saman við gomlu Sangbrøðrum og fáa nakrar sangir innsungnar aftrat – áðrenn Árni Bass fór frá okkum. Mong góð minni hava vit til felags, og ein dag verður sangurin fullkomin, “tá ið tokan lættir av”, og vit aftur verða fullmannaðir. Við hesum orðum heilsi eg tær, góði Finnleif, á 80 ára degnum við tøkk fyri so mangt – og við øllum góðum ynskjum.
– Øssur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo