Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið, sum fyllir 60 í heyst, sýnir mikudagin henda filmsklassikaran hjá Billy Wilder við Marylin Monroe, Tony Curtis og Jack Lemmon, ”Some like it hot”, ið fleiri halda vera heimsins besta film.

Leikstjórin, ið hevur skrivað seg í søguna sum bæði skemtari og menniskjakennari, fer víða í søgugongdin, ið fevnir um satiru, parodi og komikk, so úrslitið er ein filmsperla, ið bara skínur bjartari, sum árini ganga.

Uttan at vilja tað, verða teir báðir arbeiðsleysu tónleikararnir, Joe (Tony Curtis) og Jerry (Jack Lemmon) vitni, tá harðrendir brotsmenn bresta saman í villa býnum Chicago. Teir skifta samleika og látast at verða onnur, fyri ikki at siga aðrar, so eingin finnur teir aftur.

Sum Daphne og Josephine fara teir umborð á tokið til Florida, tí teir hava fingið arbeiði í kvinnuorkestrinum Sweet Sue’s. Men umborð á tokinum eru teir báðir blivnir forelskaðir í forsangarinnuni, Sugar Cane (Marilyn Monroe). Nú tekur søgan dik á seg og verður ein screwball komedia av eini aðrari verð, fyrst og fremst um kyn. Tá Jerry avdúkar fyri gentuni, at hann er maður, fáa vit endasetningin, sum langt síðan er vorðin partur av altjóða filmsøguni:

- Well, nobody's perfect!

21/9 Some like it hot (Billy Wilder USA 1959 121 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo