Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá ið Russland fyri skjótt einum ári síðani gjørdi innrás í Ukraina, fyrireikaðu russisku myndugleikarnir seg ikki bert í at flyta fleiri túsund hermenn til markið.

Teir ruddaðu eisini informasjónsrúmið fyri at steingja fyri so russar ikki fingu nakra kunning, sum mótsigur almennu tulkingini hjá Kreml.

Millum annað var framd ein stór útreinsing, so fleiri av óheftu miðlunum vóru sagdir at vera "útlendskir agentar" ella stongdir í Russlandi.

Men russar gjørdu nógv meira enn tað, skrivar danska TV 2.

Tað vísir ein umfatandi leki frá deildini hjá kommunikasjónsmyndugleikanum í Russlandi, Roskomnadzor, sum hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við alnetinum og fremja sensur.

Liknu upplýsingarnir vóru almannakunngjørdir mikudagin í fleiri russiskum miðlum, Current TimeImportant StoriesMediazona og Agentsvo, og endurgivnir í uppaftur fleiri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo