Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bill Justinussen á Facebook: Í Degi og Viku í kvøld var ein syrgilig søga um nakrar tunesiskar menn, sum hava arbeiðsloyvi í Føroyum og sum ikki hava fingið løn fyri sítt arbeiði.

Mín persónur var dúgliga drigin inn í søguna, sum væl er skilligt, tá eg í 20 ár havi verið almennur politiskur persónur. Tí greiði eg her frá tí, sum er hent, hóast hetta eru privat viðurskifti.

Eg havi verið bókhaldari hjá Spf Rafiksa síðani 2008. Øll árini hava tunesar og onkuntíð marokkanar arbeitt í fyritøkuni eftir reglunum um arbeiðsloyvi úr triðjalondum. Eigarin og stjórin í fyritøkuni er tunesi og hevur tann vegin gott samband við fólk, sum vilja til Føroya at arbeiða.

Øll árini hevur fyritøkan goldið ásettu lønina til sáttmálasettu starvsfólkini. Eg havi vegna stjóran í fyritøkuni í nógvum førum avgreitt skjølini í sambandi við arbeiðsloyvini, eins og eg sum bókhaldari vegna fyritøkuna eisini havi goldið arbeiðsfólkunum lønina, sum sáttmálin ásetir. Arbeiðsloyvini skulu sambært lóg endurnýggjast eina ferð um árið, um tann starvssetti ynskir at halda fram at arbeiða. Við umsóknini um longt arbeiðsloyvi skulu fyriliggja prógv frá Taks fyri, at starvssetti hevur fingið sína løn sambært sáttmálanum. Øll árini hevur fyritøkan hildið ásettu reglur um sáttmála og løn og tí hava arbeiðsfólkini fingið sínar sáttmálar longdar mangar ferðir.

Syrgiliga søgan í Degi og Viku í kvøld snýr seg um, at arbeiðsgevarin hevur rent seg ímóti fíggjarliga serliga orsakað av koronu-avmarkingum. Menninir, sum søgdu sína søgu í D&V, vóru korona-fastir í Marokko í langa tíð. Um tað kundi ein heil stuttsøga verið skrivað. Men tað stutta av tí langa er, at menninir og stjórin samdust um, at av tí at báðir partar á hendan hátt, áðrenn teir yvirhøvur komu til Føroyar, høvdu brúkt bæði tíð og pengar at koma fram, valdu at koma.

Stjórin í fyritøkuni veit eins væl og øll onnur, at arbeiðsfólk skulu hava ásetta løn. Og tað hevur als ongantíð verið nøkur ætlan um, at arbeiðsfólkini ikki skulu fáa løn. Men tíverri hevur fyritøkan rent seg fasta fíggjarliga og hevur ikki havt pening at gjalda lønir. Og av somu orsøk varð fyritøkan fyri jól lýst konkurs.

Eg kenni tíverri als onki til ræðuligu søgurnar um trælahald, hungur og harðskap, sum komu fram í D&V í kvøld. Av tí at menninir bara tosa franskt og arabiskt, havi eg av góðum grundum havt sera lítið samskifti við teir, og tá tað hevur verið, hevur tað verið gjøgnum stjóran.

Men eg má samstundis undirstrika, at eg fái meg illa at trúgva ræðusøgunum um, at stjórin skal hava brúkt mítt ”politiska vald”, hvat tað so er fyri nakað, til at hótta menninar við. Eg havi so ongantíð ynskt at farið illa við nøkrum menniskja, ei heldur at gera mun á menniskjum, tí tað stríðir ímóti øllum mínum virðum og grundleggjandi næstrakærleika.

Tí fer søgan í D&V í kvøld mær kalt niður eftir rygginum. Tí mín leiklutur hevur einans verið at hjálpt fyritøkuni at fáa arbeiðsloyvini avgreidd og at hjálpt arbeiðsfólkunum á leiðini til arbeiðis í Føroyum. Alt annað liggur langt uttanfyri mín horisont.

Sjálvsagt eri eg ikki blindur fyri, at stórur mentanarmunur er millum føroyingar og tunesar. Eg veit eisini fullvæl, at tað viðhvørt gongur hart fyri seg millum tunesarar í Føroyum, og at søgurnar, teir siga um hvønnannan, kunnu vera nokkso litríkar.

Hvat er satt og ikki satt av tí, sum kom fram í D&V í kvøld er ilt at meta um. Tó er tað satt, at menninir ikki hava fingið ta løn, teir eiga at fáa og av tí sama eru allir sagdir úr starvi og felagið farið konkurs. Mín vón er, at teir allir fáa ein virðiligan enda á hesi syrgiligu søgu og eg ynski teimum øllum eina betri tilveru, enn teir hava havt hesar tríggjar/fýra mánaðirnar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo