Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Góða veðrið í dag heldur fram í morgin, umenn tað ikki verður eins vátt tá sum í dag. Ættin verður mest sunnan ella landsynningur, sólglottar og hitin um 6 stig.

Tað verður turt fyri tað mesta í morgin, men so má roknast við nógvum avfalli tað sum eftir er av vikuni, summir dagar verri enn aðrir.

Týsdagin veksur vindurin sum frálíður, mest lágætt, landsynningur sunnan, møguliga onkur sólglotti men regn ella ælaveður mestsum allan dagin.

Mikudagin verður nógvur vindur, uppí skrið ella storm, mesti vindurin tíðliga á degnum, hann støkkur vesturum við hvøssum vindbløkum og samregn.

Hósdagin betri veður við minni vindi og ikki so nógv regn. Sólglottar, hitin 4-6 stig, ættin verður vestan og roknast má við onkrum æli.

Fríggjadagin aftur meira regn og meira vindur. Ættin verður beinur vestan, hvassur vindur ella skrið og hitin um 6 stig.

Leygardagin framvegis ælaveður men eisini løtur við sól, hann makar vindin, hitin 4-5 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo