Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin kemur hitin niður ímóti frostmarkinum, ættin verður norðan og útnyrðingur, gul til stívt andøvsgul, turt fyri tað mesta og onkrir sólglottar eisini.

Týsdagin framvegis norðan men bert eitt lítið gul, hitin beint omanfyri frostmarkið og turt fyri tað mesta.

Mikudagin upp í hvassan vind ímillum norðan og vestan, dagurin byrjar og endar við avfalli, helst vátaslettingi, men mitt á degi sólglottar, og hitin um 2-3 stig.

Hósdagin framvegis rættuliga frískur vindur av norði, sólglottar og hitin um 2 stig. Kanska okkurt æli tíðliga og seint á degnum.

Fríggjadagin norðan, lot til frískan vind, turt men kalt, um ella beint omanfyri frostmarkið.

Næsta vikuskiftið verður lítil vindur og turt við sólglottum. Hann melur av ymsum ættum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo