Í morgin byrjar dagurin við regni, men tað slítur í á middegi. Fyrst fleyr til gul av vestri, seinni av útsynningi og hann frískar vindin, sum frálíður upp í ein strúk. Hitin um 7 stig.
Týsdagin verður hann mest landsynningur í ættini, turt og um middagsleitið sær sólin, frískt lot til frískan vind og hitin um 6 stig.
Tíðliga mikumorgunin veksur hann vindin eitt stutt skifti upp í skrið ella storm av útsynningi, men longu um middagsleitið er vindurin nógv minkaður. Ælaveður men eisini sólglottar og hitin um 6 stig.
Hósdagin verður nógv regn, ættin verður landsynningur, frískt lot til frískan vind, sólglottar um middagsleitið og hitin 4-7 stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi ella hvassur vindur av landsynningi og suðri, regn um morgunin og á kvøldi men annars turrveður, hitin um 7 stig allan dagin.
Næsta vikuskifti verður ættin ímillum sunnan og eystan, lot til frískan vind, okkurt æli og hitin 6-7 stig alt tíðarskeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo