Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað verður meira vindur í vikuni sum kemur enn tað hevur verið farnu dagarnar. Ættin verður mest millum sunnan og vestan og tað fer at regna - onkran dagin nokkso illa.

Í morgin verður ættin útsynningur, strúkur í vindi ella hvassur vindur, regn móti kvøldi og hitin um 8 stig.

Týsdagin brestur hann knappliga á fyrrapartin við vindferð ímillum 14 og 20 metrar um sekundið. Sum dagurin líður veksur vindurin enn meira, móti kvøldi stormur, 25 ms, og í hvirlunum ódn, 31 ms. Tað verður fyrst lágætt men seinni vestan, fyrst regn, hitin 6-8 stig, seinni kaldari, um 5 stig og ælingarnir enda sum vátaslettingur.

Mikudagin minkar vindurin sum frálíður, vestan og útsynningur, strúkur í vindi, regn ella ælaveður ein stóran part av degnum men eisini onkrir sólglottar.

Hósdagin verður kalt, niður í 3 stig, nógv regn, sum daguirn líður verður meira vindur, upp í strúk ella hvassan vind, hitin 5-7 stig.

Fríggjadagin millum landsynning og útsynning men minni vindur, lot til frískan vind, framvegis kalt, 3-5 stig, ælingar, kanska sum vátaslettingur.

Næsta vikuskifti verður sambært langtíðarforsøgnini onki serligt veður. Hvassur vindur millum sunnan og útsynning, hitin millum 4 og 7 stig og nógv avfall, serliga sunnudagin og tað verður mest sum vátaslettingur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo