

Hesa ársins tíð mugu vit vænta eitt sindur av hvørjum, tá tað ræður um veðrið. Tað verður nógvur vindur ein stóran part av vikuni, eisini avfall og kuldi onkran dag.
Í morgin strúkur í vindi av norði, regn mitt á degnum og hitin um 7 stig.
Týsdagin upp í hvassan vind høgt, ælaveður allan dagin og kaldari, niður í 4 stig.
Mikudagin útnyrðingur, strúkur í vindi ella hvassur vindur, vátaslettingsæl og hitin um eini 3 stig.
Hósdagin vestan ella útsynningur, frískur vindur, lýggjari, upp í 9 stig.
Fríggjadagin upp í hvassan vind, fyrst útsynningur, seinni útnyrðingur, samregn men móti kvøldi slítur í og hitin 7-9 stig.
Langtíðarforsøgnin boðar frá góðum vetrarveðri næsta vikuskifti, við lítlum vindi av høgætt, kulda og sólglottum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo