Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin mest landnyrðingur, fyrst strúkur í vindi, seinni bert lítið lot, sólglottar fyrrapartin og hitin um 3 stig.

Týsdagin beinur vestan, strúkur í vindi, regn ella vátaslettingur allan dagin og hitin um 4 stig.

Mikudagin útsynningur, upp í storm, 25 metrar um sekundið, vátaslettings- ella kavaæl allan dagin og hitin niður ímóti frostmarkinum tá tað er kaldast.

Hósdagin verður veðrið umleypandi, fyrst upp í strúk í vindi av útsynningi og kava- ella vátaslettingsæl. Seinni minkar vindurin burtur í onki og tað slítur í. Hitin millum 1 og 3 stig.

Fríggjadagurin byrjar við høgætt men endar við lágætt. Fyrrapartin niður í minus 1 stig. Seinnapartin upp í 3 stig. Turt fyri tað mesta, men skýggjað, burtursæð frá onkrum sólglotta um middagsleitið.

Næsta vikuskifitð verður merkt av sera nógvum vindi, serliga leygardagin. Langtíðarforsøgnin lovar kolandi storm av suðri ella útsynningi, tað fer at regna illa og hitin verður upp í sjey stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo