Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Minnist vísar fróðarmenn og vitbornar kvinnur. Tey vóru ymisk av lyndi. Styrkin í røddini var ymisk, men høviskur málburður var eitt felags eyðkenni fyri tey.

Áherðslur vóru sjáldan at hoyra, hóast endurtøkurnar vóru fleiri. Fakliga nýttu tey vit og skil, og eldhugin var borin av hjartablóði.

Tey brendu fyri sakini, og sakin var ein partur av teimum sjálvum. Verk teirra gav teimum samleika, og samleikin bar á mál við góðsligum hugburði og høviskum málburði.

Hóast tilvitaður um henda gagnliga førningin, eydnaðist mær ikki at náa málið. Vit eru nøkur, ið fakliga gerast alt ov ivrig í málsviðgerðini. Spenningurin økir um orðini, og røddin fær ein harðligari tóna. Tá ið orðini verða mong, fellur góðskan í tí sagda.

Í áttatiárunum hitti eg mong skilafólk Eystan Múla. Fleiri teirra vóru jarðbundin og rólig í medferð. Onkur var so róligur, at eg sum bráðræsin maður ikki veruliga visti, um tey høvdu skrúvuna í vatninum ella høvdu lagt stilt.

Tó, verk teirra og avrikini søgdu, hvør maðurin var, og hvat kvinnan megnaði. Fram kemur eisini tann, ið hóvliga gongur um hurðarnar.

Møtti einum eldri manni heimi á Bakka í nánd av prestagarðinum í Ónagerði. Ein stillur góðsligur maður, ið visti um lívsins forløg og var vísur í orði og talu, hóast tað onkuntíð var langt ímillum orðini. Kendi mannin frá kirkjuni og missiónshúsinum.

Tíðin í áttatiárunum var tímiliga merkt av nógvari ferð, og fáur hevði stundir at liva. Andaliga var tað ikki altíð so friðarligt millum tær ymisku rørslurnar í fólkakirkjuni. Ein ungur prestur, kundi skjótt siga ov nógv og koma at brenna tær brýr, sum í øldir høvdu borið fólkið fram á leið, givið sálarfrið og hvíld í Jesu navni.

Hevði hildið tvær prædikur í kirkjuni og missiónshúsinum, og blóðið var vorðið heitt og føddi alt ov nógv orð við broddi í. Var vitandi um at so var, men torført er at taka tey søgdu orðini aftur. Farin um varrarnar byggja orðini upp ella bróta niður.

Komu á tal um tvær tær seinastu prædikurnar, og tann eldri maðurin segði seigliga: “Eg veit ikki hvat tú skalt gera og siga, men eitt veit eg...” Og so var tøgn í langa tíð.

Hann harkaði og tók stig til at siga nøkur orð afturat: “Um tú ert sannførdur og hvílir í sannleikanum, tørvar tær ikki at rópa ella vera ógvusligur. Tann harðliga talan, har tú nærmast rópar eftir kirkjuliðinum kann vera tekin um, at tú ikki hvílir í tí, ið tú prædikar og boðar.”

So var tað sagt. Tað er ein holl vitan hjá einum, ið at kalla einki annað hevur gjørt í 40 ár uttan at tosa. Tíverri hevur hesin sannleikin ikki altíð verið nóg væl fylgdur og eyðsýndur á prædikustólinum.

Vit skiltust henda dagin væl nøgdir og takksamir fyri, at Jesus hevði gjørt sátt fyri syndir várar. Jesus doyði vára vegna, varð jarðaður og reis upp av deyða og grøv sum lívsins Harri.

Tað seinasta tann eldri maður segði stendur ljóslivandi í mínum huga: “Vísdómur í góðsligum orðum hevur eina tyngd. Tað hjálpir sjáldan at rópa óhøviskliga.”

Havi síðani mitt í áttatiárunum og fram til henda dag møtt nógvum vitnum, sum í tí stilla bera vitnisburðin um frelsuna í trúnni á Jesus. Tey sita runt um í kirkjuskipinum sunnudag eftir sunnudag. Summi teirra sita í missiónshúsinum ella í salinum.

Tíverri er tað satt, at eg onkursvegna havi rópt eftir onkrum. Tíverri hava eisini onnur gjørt sama mistak móti øðrum. Men, leiðin frameftir til andaliga gleði og sælu er at søkja Guðs vísdóm í nærveru Jesu Krists.

Kynstrið at tala vísiliga er ein Guðs gáva, ið vit kunnu verða lærd, um vit søkja Jesus og hava stundir at lurta eftir talu hansara.

Onkuntíð tykist mær, at tað eru langt ímillum orðini, tá ið Jesus talar. Tað minnir onkursvegna um hin gamla seigliga viðoyingin, ið eg hitti á máli heimi á Bakkanum.

Hava vit stundir at lurta eftir Jesu talu? Ella vilja vit sjálv føra orðið og siga Jesusi ein sannleika, ið hann eigur at hugsa um, gera nakað við ella svara?

Vit mega hóast alt hava dirvi at tala, tí tungur er tigandi róður. Vit, sum hava nomið Guðs ríkis gávur, mega siga fólkinum frá Guðs náði og góðsku.

Vit, sum prædika evangeliið um Jesus, mega taka okkum stundir at lurta eftir talu hansara og síðani bera tey góðu tíðindini út til fólkið. Prædikan hevur størri trúvirði hjá lurtarunum, um tey merkja, at Jesus er ein myndandi partur av okkara samleika.

Alt avgerandi er hjartablóðið, og vís góðslig orð um Jesus hava innihald og tyngd. Amen.

Orðið: “Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? (Rómverjabrævið 10,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo