

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Hestleiðin og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin tænastuna vera á Hestleiðini í løtuni, og hvussu grundgevur hann fyri teimum skerjingum, ið eru gjørdar seinastu árini?
2. Hví møtti landsstýrismaðurin ikki á fundi hjá Útoyggjafelagnum um støðuna og framtíðina á Hestleiðini?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at betra tænastuna á Hestleiðini og at samskifta við fólkið í Hesti um tørv og møguleikar?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri Hestleiðina eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu?
Viðmerkingar:
Støðan og tænastan á Hestleiðini er broytt fleiri ferðir seinastu árini, og tænastan er skerd hjá Hestfólki.
Lítið alment orðaskifti er um støðuna, hóast royndir frá Hestfólki at fáa ljóð fyri sjónarmiðum sínum. Á fundi um málið, sum Útoyggjafelagið bjóðaði avvarðandi politikarum og myndugleikum til um Hestleiðina, møtti stjórin á Strandferðsluni, men hvørki borgarstjórin í Havn ella landsstýrismaðurin í fíggjarmálum møttu upp.
Nú nærkast eisini tann stóri dagur, har Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, sum øll fegnast um. Men Hestfólk hava onga ábending fingið frá landsstýrinum um, hvat skip og hvør tænasta verður á Hestleiðini, tá ið Sandoyarleiðin verður niðurløgd.
Til tess at varpa ljós á støðuna, fáa betrað tænastuna og at fáa eina greiða ætlan fyri Hestleiðina, eftir at Sandoyartunnilin letur upp, verður fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. oktober 2021
Høgni Hoydal
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo