40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað eru vit føroyingar, ið eiga hetta landið, og tað er tí okkara ábyrgd og skylda at taka okkum av okkara landi og hava ræðið á nútíðar- og  framtíðar avbjóðingum. Vit skulu skapa rúm og fortreytir fyri vinnu og fólk at virka og mennast á jøvnum føti, og har rúm er fyri okkum øllum uttan mun til hvussu vit velja at liva.

Sjálvberandi búskapur: fíggjarligt haldføri er størsta fortreytin fyri øktari vælferð í Føroyum,  Vit eiga tí at  føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har langtíðar ætlanir vera lagdar fyri íløgur, rakstur og inntøkur, soleiðis at ráðini eru til at fíggja okkara kjarnuvælferð og at stuðla føroysku familjuni, sum í hesum døgum er undir trýsti av øktum oljuprísum, kostnaðarstøði og øktari rentu.

Vinnulig breiðkan: Vinnan má hava virðiligar umstøður til vøkstur og innovatión, innan fiskivinnu, har viðisøking  er eitt lyklaorð, innan ferðavinnu, tænastuvinnu, filmsvinnu, tónleikavinnu og mentan í breiðastu merking. Her er burðardygd og góðska altavgerandi fyri vøkstur og kappingarføri. Við heimligari burðardygd  og menning røkka vit eisini út á altjóða pallin og gera Føroyar enn størri og ríkari.

Ùtbúgving og mentan: er lykilin til øktar førleikar og harvið sjálvur grundvøllurin í samfelagnum. Vitan skapar vøkstur og trivnað Vit eiga at fáa bygt nýtt Fróðskaparsetur á Frælsinum í Havn og sett sjøtul nýggjar útbúgvingar til tað føroyska samfelagið, eitt nú eina læknaútbúgving. Eitt upplýst og tilvitað fólk er umráðandi í tjóðarbyggingini, og tí eigur tjóðleikhúsið at vera bygt.

Samferðsla: Eitt sterkt samfelag tekur atlit at øllum landinum, bygdum, býum og oyggjum. Tí er eitt styrkt samferðslukervi altavgerandi fyri framhaldandi framburði og vøkstri. Vit eiga at binda allar oyggjar saman við betri samferðslumøguleikum og sjøtul skal setast á suðuroyartunnilin, so vit eisini binda Suðuroynna við restina av Føroyum.

Umhvørvi  og varandi orka: Føroyar eru vælsignaðar við varandi orku, vindi, vatni og sjógvi.  Vit eiga at gera okkum óheft av oljuni og harvið hækkandi oljuprísunum. Tað eru vit, føroyingar, ið skulu stýra orkuni, og ikki altjóða marknaðir. Somuleiðis skulu vit gera stuðulsskipanir, so øll føroysk húsarhald megna at leggja um til grøna orku.

Kjarnuvælferðin skal loysast
Onki samfelag hongur saman, um ikki at kjarnuvælferðin virkar. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við troti av starvfólkum innan eldraøkið, dagstovnaøkið og heilsuøkið sum heild. Hetta er fremsta uppgáva politiska skipanin má og skal loysa. Komandi 10 árini koma 700 starvsfólk at mangla á vælferðarøkinum, og tí krevur hetta nýggjar loysnir. Vit eiga  at stytta arbeiðsvikuna innan hesi øki, geva hesum málbókum eitt veruligt lønarlyft, sum munar, tí virka hesi vælferðarøki ikki, rakar hetta alt samfelagið og føroysku familjuna meint.

Føroyska familjan:  Hækkandi prísstøðið og kostnarstøðið, hækkandi rentan, hækkandi oljuprísir og teir væntandi hækkandi elprísirnir, sum liggja fyri framman, tyngja føroysku familjuna, og tí krevur hetta nýggjar og øðrvísi loysnir, soleiðis at vit megna at leggja  trygdarnet undir  føroysku familjuna.

Gott val øll somul.

Annika Olsen,
valevni hjá Tjóðveldi til løgtingtingsvalið 8 des.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo