Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Bjór: Í morgin kemur onnur whisky-fløskan, ið heiðrar fugli í Føroyum.

Talan er um 9. tappingina av Einar´s whisky. Hon er sett saman av 90 litra Oloroso sherry-føtum og einum 220 litra fati, har Marsala heitvín hevur verið goymt. Marsala er strandarbýur í útsynningspartinum av suðuritalsku Sisilu. Blandingin er ein væleydnað fløska við 53% styrki.

Mikkjal á Ryggi skrivar um músabróður í Fuglabókini frá 1951: - Omaná er hann morreyður, í neðra gráligur við svørtum rondum. Kvikur til fóts, kimiligur og knappur í vendingini. Hoppar, titar, skimast og kagar eftir øllum. Altíð er hann fróur og kátur, syngur bæði árla og síðla, og syngur fagrast av øllum Føroya fuglum — og so harðmælt hatta lítla er!

Smaksnoturnar í Músabróðri eru:

Color: Tawny

Nose: Cut grass, vanilla, caramel and apples

Taste: Turkish delight, candied pineapple, barley sugar drops and Créme brulée

Finish: Hay, orange zest, malt and cinnamon

1423 fløskur komu burturúr tappingini hesaferð. Tær fáast til keyps í Rúsdrekkasølu landsins, Duty Free á flogvøllinum í Vágum og í handlinum á Norrönu í morgin, fríggjadagin 22. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo