Svar upp á Fyrispurning nr. 52-073/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um rættindi hjá borgarum, búsitandi í Føroyum, til veitingar frá Heilsutrygd, sum sambært norðurlendska sáttmálanum sleppa undan heilsutrygdargjaldi vegna gjald til aðra skipan í arbeiðslandinum, frá Ruth Vang, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hava borgarar, búsitandi í Føroyum, sum vegna gjald til NAV sleppa undan heilsutrygdargjaldi, sama rætt til veitingar, so sum ókeypis læknaviðtalu, ískoyti til heilivág, tannlækna, fysioterapi, kiropraktor v.m. frá Heilsutrygd?
2. Rindar NAV endurgjald fyri veitingar, sum borgarar fáa frá Heilsutrygd?
3. Gevur norðurlendski sáttmálin Heilsutrygd rætt til at krevja endurgjald fyri veitingar, veittar borgarum, sum rinda til NAV?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Sambært § 1 í heilsutrygdarlógini hava persónar, sum eru búsitandi í Føroyum, rætt til veitingar sambært lógini. Sambært § 24, stk. 1, skulu øll, sum hava fylt 18 ár og eru fevnd av lógini, rinda heilsutrygdargjald.
Borgarar, sum rinda heilsutrygdargjald í einum øðrum Norðurlandi, kunnu tó eftir umsókn verða undantiknir gjaldsskylduni við tilvísing til norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, sbr. § 24, stk. 2 í lógini. Lógin ásetur ikki, at hesir borgarar missa rættin til veitingar sambært heilsutrygdarlógini.
Borgarar, sum eru búsitandi í Føroyum og eru undantiknir heilsutrygdargjald, við tilvísing til norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, hava sostatt framvegis rætt til veitingar frá Heilsutrygd sambært heilsutrygdarlógini.
Heilsutrygd hevur upplýst, at eingin avtala er um endurgjald frá NAV. NAV rindar sostatt ikki endurgjald fyri veitingar, sum borgarar fáa frá Heilsutrygd.
Til spurning 3
Grein 15 stk. 1 í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd er soljóðandi: “ I henhold til artiklerne 35, 41 og 65 i forordningen giver de nordiske lande, hvis ikke andet aftales mellem to eller flere af landene, afkald på enhver refusion mellem landene af udgifter til naturalydelser ved sygdom og moderskab og ved arbejdsulykker og erhvervssygdomme af ydelser til arbejdsløse, samt af udgifter ved administrativ og lægelig kontrol.”
Sambært hesari áseting geva Norðurlondini sostatt, sum høvuðsreglu, avkall uppá at krevja endurgjald frá hvørjum øðrum fyri útreiðslur til millum annað tænastuveitingar við sjúku, barnsburð, arbeiðsvanlukku og vinnusjúku. Vísandi til art. 4 í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd, er ES-forordningur nr. 883/2004 galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av norðurlendska sáttmálanum og sum hava bústað í einum norðurlandi.
Sambært art. 15 í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd, smb. art. 35 í ES-forordningi 883/2004 um “refusion mellem institutionerne”, er tað tó møguligt hjá tveimum ella fleiri Norðurlondum at gera avtalu um endurgjald fyri útreiðslur til tænastuveitingar.
Vísandi til omanfyristandandi hevur Heilsutrygd, sum høvuðsregla, ikki rætt til at krevja endurgjald frá NAV fyri veitingar, sum Heilsutrygd hevur veitt borgaranum. Tó ber til at gera avtalu við norskar myndugleikar um, at norskir myndugleikar rinda føroyskum myndugleikum endurgjald fyri tænastuveitingar, veittar borgarum í Føroyum, sum rinda til NAV.
Heilsu- og orkumálaráðið, 29. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



