Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er gott at fáa eitt hjartaligt og treytaleyst klemm viðhvørt. Gekk gomlu bygdagøtuna millum Leirvík og Norðragøtu í summar – ella, ja, í hvussu er niðaná har, sum nýggi kikarin stendur. Veðrið var gott, men eitt æl hevði hug at arga, so hugurin at fara 'niðan á Fjall', sum tey siga, var eitt sindur lunkaður ta einu løtuna – og hasir forbrendu mýggjabitarnir gjørdu ikki støðuna betri. Uppi við vøllin í Leirvík, beint áðrenn farið verður út um bøgarðarnar, møtti eg einum vini. Kensluligu stikini hjá mær eru vanliga í seyðahøgum standi – og væl tað – men hesin vinur mín er ikki sum fólk flest. Hóast vit sjáldan síggjast, so er einki at ivast í, hvør heilsanin er, tá tað sker. Hann gav mær eitt sovorðið ordans klemm og eitt fitt skálkasmíl omaná, sum bara hann kann. Hann eitur Heri.

Tað eru skjótt hálvt triðja ár síðani, at vit í TOS fingu høvi at spæla eina konsert fyri Hera og øllum hinum á Dýrabiðidagsleguni á Zarepta – eisini nevnd legan fyri tey, ið bera brek. Vit komu úr einum gudshúsi beint í annað. Høvdu júst spælt í Miðvágs kirkju, og kirkjukaffið var ikki meira enn runnið gjøgnum vælindið, tá vit trinu um gátt í Zarepta. Vóru stak væl nøgdir við løtuna í Miðvági, har rættiliga fitt av fólki lýddi á, og móttøkan annars var bæði heit og hjartalig. Tað varð enntá klappað. Eisini uppaftur. Høvdu (kirkju)fedrarnir vitað ;)

Veðrið var so sera gott henda 1. mai. Turt, fleyr til gul av onkrari góðari ætt har vestriii. Sólglottarnir høvdu bustað tenn og vóru á veg í song, tá vit settu kósina úr Miðvági til Vatnsoyrar. Leitisvatn skygdi í silvitni inn í skýmingina, og tað giddaði so stillisliga fram við sjóvarmálanum. Lýðka í luftini. Væl og virðiliga vár. Kanska var tað júst eitt tílíkt kvøld, at mæta bygdaskaldið, Mikkjal á Ryggi, sat og sang um føgru, fríðu vársólina. Sólin lækkar, brátt hon fjakkar undir bergið blátt; roðin sundið gyllir. Bátur rør so stillur, dyrgir fyri smátt.”

Nå, nú fór eg mestsum í eina meteorologiska burturrykking, orsaka. Skal royna at spara tykkum fyri fleiri veðurfrásagnir. Ein, ið nevnist Sámal Olsen, skrivar soleiðis í blaðnum, Javni, nr. 1 í 2014: ”Eg eri ei sum tey, ið kalla seg normal, mær tørvar ei at drekka og rópa skál, eg kenslur mínar vísi øllum uttan drál, at vera opin og erlig er mítt hjartamál.” Soleiðis var tað at koma inn um dyrnar á Zarepta hetta kvøldið. Kensluligt kabooom! Nærvera in your face! Eitt klemm her, eitt klemm der. Og tað var bara byrjanin. Tað kendist ótrúliga sterkt. Eg hevði ikki verið á leguni áður, og tað var ein heilt serlig verð at trína inn í. Ja, eg veit ikki, hvat tað kann samanberast við. Kanska nakað sum tá Lucy trein inn í Narnia á fyrsta sinni og fór á gátt hjá Harra Tumnusi, ið beyð henni drekkamunn. Hann borðreiddi fyri henni alt tað besta, segði henni alskyns spennandi søgur og spældi á floytu. ”Lucy thought she had never been in a nicer place....and it was a wonderful tea. There was a nice brown egg, lightly boiled, for each of them, and then sardines on toast, and then buttered toast, and then toast with honey, and then a suger-topped cake....And when Lucy was tired of eating, the Faun began to talk. He had wonderful tales to tell....Then...he took out...a strange little flute...and began to play. And the tune he played made Lucy want to cry and laugh and dance and go to sleep all at the same time.”

Bornir fram av jubbijeyyyrópum, klappi og fagnaðarfloyti trinu vit pallin og rokkaðu og rullaðu staðið sum ongantíð fyrr. Eg elski hasa løtuna! Hon fer aldrin frá mær. Sjálvt ”Í góðum veðri hann dyrgdi” verður ongantíð hin sami aftur. Tað var so lívsjáttandi at sleppa at syngja fyri og saman við hesum deiligu menniskjum. So litrík, so kærleiksfull, so festlig, so yvirveldandi, ja, so heilt, heilt serstøk. Perlan hjá Martini Joensen ”Eingin er sum tú” rennur mær til hugs. Hann syngur: ”.....Tú málar ælabogar, har eg síggi svørt skýggj, tú stjórnar symfonium mitt í hvirlunum, – eingin er sum tú.” Og tá eg nú siteri teir stóru, so sigur Prædikarin: ”...at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína...” Vit skúmaðu veruliga kensluliga róman hesa løtuna í Zarepta, har alt boblaði av lívi og gleði. Sanniliga ein løta har vit læðu og dansaðu. Sungu og spældu. Paulus, ápostulin mikli, sigur einastaðni, at einaferð verður alt fullkomið. Einaferð. Men inntil ta stund hóma vit tað himmalska – tað fullkomna – í brotum. Í eygnabragdum. Løtan á Zarepta hetta kvøldið var eitt tílíkt brot. Eitt tílíkt eygnabragd.

Las tveir ymiskar tekstir í dag. Annar var Stjórnarskipanaruppskotið hjá CEFsamgonguni. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, um uppskotið í síni heild er vælaverk ella vánaverk – ella kanska okkurt mitt ímillum – men eg beit merki í hetta: ”§ 8. Lív og trygd (1) Øll eiga rætt til lív og trygd. (2) Eingin kann verða viðfarin ella revsaður miskunnarleyst ella óvirðiliga. (3) Deyðarevsing kann ikki ásetast. § 9. Persónligt frælsi (1) Øll eru fræls og frí og vard móti ágangi.” Føgur og fevnandi orð. Stórt at lesa, at øll skulu kenna seg rættvíst viðfarin, vird og vælkomin í Føroyum. ”ØLL eiga rætt til lív og trygd.”

Kann ikki reypa mær av at hava stórvegis hilling á lógarsmíði ella at hava serliga sterka tráan eftir at lesa lógir og lógartekstir soleiðis dagliga. Karnov og hansara 'lóg-songs' er ikki tann keldan, eg fyrst leiti til, tá mær tørvar kreativan íblástur (ok, ja, eg veit, handan var meiri enn ússalig). Eri tó lítið í iva um, at grannalond okkara eisini hava lógir, sum tryggja tí einstaka lív og trygd osfr. Men sum Fleksnes segði so væl: ”Det er lett i dag att rope halleluja – men å gjøre det!” Tí hin teksturin, eg las, er nevniliga norskur og ber yvirskriftina: ”Vi er truet av utrydding.” Ein norsk kvinna, Marte Wexelsen Goksøyr, ið hevur Downs syndrom, greiðir frá, hvussu norska samfelagið ikki hevur rúm fyri henni og hennara líkum. Tey verða sorterað frá, áðrenn tey fáa møguleika at síggja dagsins ljós. Tað verða nærum eingi av 'hennara slagi' fødd í Noregi í dag. Hon spyr: Det sies at vi vil ha et mangfoldig samfunn med plass til alle. Hvilke alle? Vil vi ha et samfunn som legger til rette for å sortere ut de vi mener er mindre verdifulle, og hvem er disse?” Vit kunnu lata hasar spurningarnar standa eina løtu. Hvat meinar okkara stjórnarskipanaruppskot við, tá tað sigur, at ”Øll hava rætt til lív og trygd” ogEingin kann verða viðfarin ella revsaður miskunnarleyst ella óvirðiliga.? Hvørji eru øll? Sleppur hitt ófødda upp í part? Sleppur Marte gjøgnum føðikanalina hjá okkum? Í okkara grannalondum meiri ella minni breggja tey sær av hagtølum, sum vísa, at færri og færri 'feilir' síggja dagsins ljós. Færri av teimum, sum elska at klemma. Færri av teimum, sum hava tørv á at verða klemmað. Hóast fosturtøkur verða framdar í Føroyum, so haldi eg ikki, at vit samfelagsliga eru komin líka langt av leið á hesum økinum sum Noreg, Danmark, Ísland og mong av okkara grannalondum eru tað, men tendensurin liggur so absolut og lúrir. Ikki minst í hesum #fríabort #fríttval døgum.

Marte Wexelsen Goksøyr sigur víðari í greinini: Da jeg spurte min mor om hvordan hun opplevde det da jeg ble født, svarte hun: Du var et nydelig lite barn. Det var ikke du som var problemet. Problemet, det smertefulle, var, at jeg måtte møte mine egne fordommer. Samtidig visste jeg at disse fordommene også gjennomsyret vårt samfunn. Hvordan skulle dette gå?” Nei, lívið er ikki bara ein dansur á Zarepta. Tað er tað ikki hjá nøkrum okkara, men kanska í størri mun hjá slíkum, ið bera brek og teirra næstu. Eitt er tann eyka byrðan, sum skal berast fyri at fáa dagligdagin at hanga saman – tað er so tað. Uttan iva slítandi og frustrerandi mangan. Men hvussu hart má tað ikki kennast, tá fólk og samfelagið sum heild tosa niðrandi um tey, ið bera brek? Um tað at bera brek? Um at tað skal vera ein sjálvsagdur og fullkomiliga fríur kvinnurættur at avgera lív og deyða – kanska serliga tá tekin eru um, at barnið ber møgulig brek? Tað er so heilt ómetaliga trist at leggja oyra til. Tí, hvat er eitt gott lív? Hvat er lukka? Hvat er eitt brek? Nær eru vit vælskapt? Nóg væl skapt? Dr. C. Everett Koop – høgt virdur og slóðbrótandi barnalækni – sigur soleiðis í einum sitati, sum mær dámar so væl: ”...Yet it has been my constant experience that disability and unhappiness do not necessarily go together. Some of the most unhappy children, whom I have known, have all the physical and mental faculties and on the other hand some of the happiest youngsters have borne burdens which I myself would find very difficult to bear.”

Eingin kennir mein í annans bein, siga vit mangan. Og tað er so. Um vit royna at sleppa av við líðing og trupulleikar við at beina burtur tey, sum vit halda líða ella fara at líða, ja, hvagar eru vit tá ávegis? Líðing er ein partur av tí at vera menniskja. Trupulleikar eisini. Sanniliga hevur eingin rætt til at forða nøkrum lívið! Allarminst teimum, ið hava allarstørstan tørv á umsorgan og kærleika. Um vit sum samfelag vælsigna slíkt, ja, so haldi eg, at vit samstundis gera av við veruliga samkenslu og veruligan kærleika. Tá verður kalt á 62norður7vestur. Og fátækt. So kunnu vit tosa um globala upphiting og yvirskot á fíggjarlógini so galið, vit vilja.

Nei, eg veit ikki. Fari bara at heita á Martin Joensen um at enda við teimum báðum seinnu versunum av sanginum, ”Eingin er sum tú.” Vit geva ikki høvi at steðga millum versini hesaferð, men tað er bæði loyvt at reisa seg, stemma í, klappa og, ja, klemma. Kanska vit fáa ein søtan forsmakk av tí, ið koma skal. Eitt eygnabragd sum tað á Zarepta hitt minniliga maikvøldið saman við Hera og teimum. Eitt ævinligt afturljóð úr Eden. Kanska. Ger so væl, Martin. ”Kanst tú siga mær, hvat tað er mær bagir? Kanst tú lána mær látur tín í kvøld? Eg vil flýggja til tínar gyltu staðir, har mannasálin aldri verður køld. Tú hevur givið mær nógv meir, enn eg kann bera, tú hevur lokkað ljósið inn um mínar dyr, – eingin er sum tú. Tey siga, at tú ikki ert sum hini, og eg svari bert: Várharra havi lov! Nú fái eg ein muss frá mínum vini, og eg teski troyttur: legg teg nú og sov! Á tínum songarstokki hómi eg ein eingil, og eg veit, at hann heldur vakt í nátt, – eingin er sum tú.”

Leingi livi lívið!

Bárður á Lakjuni

Valevni Fólkafloksins 8. desember

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo