Ein av kendastu filmstevnum í heiminum, hon í Cannes, boðar í kvøld frá, at eingin stevna verður í mai. Ikki er greitt nær filmstevnan verður, men møguliga um mánaðarskiftið juni-juli.
Tað var í fjør at Andrias Høgenni vann eina virðisløn í Cannes fyri føroyska stuttfilmin ”Ikki illa meint”.
Undirvísingarportalurin Snar hevur í dag kunngjørt tilfar til heimaundirvísing, har júst stuttfilmurin, ”Ikki illa meint”, er tøkur hjá øllum at síggja og brúka við uppgávum til hádeild í Føroyum.
Tann slóðin sæst her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo