Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru ikki tey við hakablørðum í lógvanum, ella tey sárføttu av fjallgongu, sum fara at síggja vinningin, eftir at lógin um burðardygga ferðavinnu er samtykt. Fólk á bygd og í landbúnaðinum eru vorðin finnur í slagsíðutalvi, har pengarnir fólkið  flyta, nú ferðavinnan er komin í eyga.

Lóggeva í fórði á teimum á bonaðu gólvunum
Hotellini á fastlandinum, stóru flutningsfyritøkurnar og útlendsku ferðavinnuskrivstovurnar saman við VFI, hava fingið í buktina og báðar endarnar, tá um vælvilja í politisku skipanini ræður.

Lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu er skrivað beint í fóðri hjá teimum á bonaðu gólvunum, ið javnan fjøllment sita í hitapottum á fínu adressunum, bloyta sær ilskógv, leggja ráð saman, og hava stutta leið inn í tey “demokratisku” maskinrúmini í Tinganesi og í Løgtinginum.

Gaman í, er tað í lagi, at omanfyrinevndu fáa góðar vinnumøguleikar. Men mørk mugu vera. Tað hevði tænt landsstýrismanninum til størri sóma, um bara lítil ferðavinnuneisti lá eftir á bygd!

Hoyringsfundirnir sætt vónbrot
Seinastu dagarnar hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum ferðast kring oyggjarnar á sokallaðum hoyringsfundum undir herrópinum “Hvar er rás?”

Fólkaræðisliga ljóðar tað møguliga, sum søtur tónleikur. Men fyri flestu lokalu fundarluttakararnar hava fundirnir verið sætt vónbrot.

Ein betur hóskandi yvirskrift hevði verið “Tað er eingin gularót í pakkanum, tit skulu niður við nakkanum”.

Hvørki fólkalívsfrøðilig– ella sosial burðardygd hevur verið at hóma. Allar lógarreglur eru niðurfeldar frammanundan, og einki komma skal flytast.

Seytjan lógargreinar burturgoymdar
Tá lógaruppskot eru til hoyringar, hevur verið vanligt at fara ígjøgnum tilfarið grein fyri grein. Men á “hoyringsfundunum” hevur landsstýrismaðurin lagt fram við førgum yvirskipaðum orðingum, um lokalan avgerðarrætt, øktar vinnumøguleikar á bygd, náttúruvernd, burðardygd, staðbundna mentan og hent stýringsamboð at skipa gongd og ferðavinnu í haga.

Men sjálvur lógarteksturin er ikki rættiliga komin í ljós. Av teimum átjan greinunum í lógaruppskotinum, hevur einans fyrsta greinin hissini verið kasta fram á løriftið.

Í fyrstu greinini eru yvirskipaðar endamálsorðingarnar, sum eingin kann mæla ímóti, og sum á ongan hátt geva fatan av, hvat býr í restini av lógini.

Fyri rættleikans sakir skal nevnast, at á seinasta fundinum í Klaksvík, komu tríggjar aðrar greinar eisini við í framløguna.

Sum dagur og nátt
Endamálsorðingin í uppskotinum og restin av lógartekstinum eru, sum dagur og nátt.

K. O. Viderø lýsir ein kaffimunn, hann leskar sær, ein kaldan morgun á einari av mongu ferðum sínum, soleiðis: “...svart sum f...., heitt sum h...... og beikst sum deyðin ...”

At lýsa lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu við somu orðum er at fara ov langt. Men sæð í eygunum á einum í útjaðaranum, og einum, sum fæst við landbúnað, er talan um lesnað, sum einki hevur við vinnuliga ferðavinnumenning á bygd at gera.

Tað tykist, sum kálvurin er kálvaður við halanum fyri, og tá er vandi fyri lívinum hjá bæði kálvi og kúgv.

Baka vaflur, píska róma, tøma bukkur og lempa tøð
Endamálið við uppskotinum tykist bjart. Men samlaði lógarteksturin setir fólk í útjaðaranum, og tey sum fáast við landbúnað undir umsiting. Tey fáa einki gjørt, og ongum valda, uttan so, at grønt ljós er komið frá umsitingini í Havn og landsstýrismanninum frammanundan.

Nartla verður í stórum burturav lunnindunum, sum liggja á bygd, -  lunnindi verða flutt í bý, har sentralar umsitingar skulu fortelja fólki á bygd, og teimum fáu, sum orka at fáast við landbúnað kring landið, hvussu tey skulu bera seg at, tá tey í framtíðini skulu baka vaflur, píska róma, tøma bukkur og lempa tøð.

Tá farið verður á fjall, um ær gerst lambsjúk og ætlanir eru um at fara í hagan at skjóta harur, skulu boð somuleiðis sendast umsitingini. Umsitingin skal síðan kunna útlendsk ferðafólk, sum reika frítt í ymsu hagapørtunum.

Gera tey lokalu ikki eftir boðunum frá landsstýrismanninum, kann roknast við at fútin stendur í túninum.

Hvar er burðardygdin í slíkum lógarsmíði, kunnu vit hóskandi spyrja?

Landstýrismaðurin neyvan ført pennin
Tað kann ikki vera landsstýrismaðurin sum annars arbeiðir við gyltum málum fyri landi og tjóð, um frælsi, sjálvbjargni, javnrættindi og brøðralag, sum hevur ført pennin, tá lógaruppskotið er skrivað.

Tað mugu vera onnur, sum hava fingið frítt spæl við knappaborðini, tá landsstýrismaðurin, við ársbyrjan, saman við fjórðinginum av tjóðini, var hondbóltsferð í Berlin. Síðan gekk leiðin beinleiðis til Keypmannahavnar í ferðalagi við løgmanni at heilsa kongi og øðrum í donsku yvirvøldini, áðrenn komið varð aftur á Klettarnar.

Síðan er landsstýrismaðurin, fangaður í hoyringsfreistum, seinasta framløgudegi í Løgtinginum o.ø., sum hevur gjørt, at farið verður fram eftir fummum og einki verður gjørt fyri at bøta um uppskotið. Heldur verður tað vart við hornum og klóm.

Á onkrum hoyringsfundi hevur landsstýrismaðurn víst uppskotinum slíkan alsk, at hann hevur verið firtin inn á fundarluttakarar, sum hava funist at, og sett granskandi spurningar.

Enn er rás!
Tá landsstýrismaðurin á rundferðunum setur sama spurning, sum skaldið, Regin Dahl: Hvar er rás?kunnu møguliga vóna at enn er rás!  

Treytin er, at landsstýrismaðurin saðlar um, gevur sær stundir og lurtar betur eftir teimum á bygd, - teimum sum fáast við landbúnað - og teimum lokalu, sum ynskja at menna ferðavinnu í útjaðaranum.

Loysn uttan slagsíðu
Ivist ikki í, at loysnir eru at finnast uttan ógvusliga slagsíðu millum miðstaðaran / útjaðaran. – tey, ið hava nóg mikið frammanundan / tey, sum royna at vinna til dagin í útjaðaranum.

Við viljanum at finna loysnir, heldur enn missálitinum á teimum, sum fáast við landbúnað, og teimum lokalu, sum ynskja at menna ferðavinnu úti um landið, ber til at byggja land:

  1. Ein skipan verður gjørd, í virðing fyri náttúru, djóralívi, trygd og landbúnaðarvirksemi, har føroyingar ganga frítt í haga at njóta sól, vind og fríða náttúru, sum vit í stóran mun gera í dag. Skipanin eigur ikki at verða feld í ferðavinnulóggávu.

  2. Ferðafólk ganga frítt á útvaldum, tryggum bygdagøtum, sum verða undirstøðukervið hjá VFI og øðrum ferðavinnuskrivstovum at selja Føroyar út frá.

  3. Skulu ferðafólk av útvaldu bygdagøtunum, verður tað ikki gjørt uttan í semju við jarðareigarar, bøndur ella føroyskar ferðaleiðarar, sum hava avtalur við jarðareigarar og bóndur um vinnuliga ferðavinnu á staðnum. Hesa skipan eiga mynduleikar, ferðavinnuskrivstovur og VFI at miðla greitt, og í góðari tíð, so einki kemur óvart á ferðafólkini.

  4. Um landið ynskir at krevja ferðavinnuskatt frá ferðafólki, eigur tað ikki at gerast við náttúrugjaldi, ið gevur øllum heimsins borgarum frítt at fara um allar Føroyar, í einum slagi av grønvasking, sum uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til.

  5. Stóra og fløkta umsitingin, sum lógin fer at elva til, har hópin av nevndum skulu gera ferðavinnuætlanir, og býta út pening til hvør annan í ógjógnumskygdum skipanum, eigur at skipast einklari. Umframt at kravdi ferðavinnuskatturin eigur at gagna náttúruni og útjaðaranum í nógv størri mun.

  6. Kommunurnar, sum frammanundan hava ilt við at gera vegir millum húsini, taka sær av barnaansing, skúla, eldrarøkt, útstykking, kloakviðurskiftum o.ø. neyðugum tænastum, eiga ikki at spennast so harðliga fyri ferðavinnuvognin, sum í fyriliggjandi uppskoti.

Køvið ikki seinasta neistan!
Vónandi finnur politiska skipanin rættar loysnir, sum ikki fara at køva seinastu landbúnaðar- og ferðavinnuneistarnar kring landi og úti á bygd.

Bjørn Kalsø, bóndi/jarðareigari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo