Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen: Vit peika á Mette Frederiksen.

Sjúrður Skaale: Tað er bæði skeivt og ódemokratiskt. 

Í fyrsta formansumfarinum í KVF gjørdi Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin greitt, at flokkurin peikar á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra. 

Nakrar dagar seinni sigur Sjúrður Skaale við Ritzau, at tað er bæði skeivt og ódemokratiskt, at norðuratlantisku umboðini avgerða, hvør verður forsætisráðharri. 

Tí má eg spyrja, hvat meinar Javnaðarflokkurin?

Vil flokkurin peika á Mette Frederiksen, sum Aksel V. Johannesen sigur, ella er formaðurin í Javnaðarflokkinum ódemokratiskur, sum Sjúrður sigur. 

Eftir eitt heilt valskeið, har Sjúrður Skaale hevur verið ørindadrongur hjá Mette Frederiksen, burdi Javnaðarflokkurin fortalt okkum, hvat tey fara at gera. 

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo