Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Svar til fyrispurning 52-043/2022 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um eftirlit við russiskum fiskiskipum

Spurningar:
1. Hvussu ofta ger Vørn eftirlit umborð á russiskum fiskiskipum, herundir skip, sum umskipa í føroyskum sjógvi?

2. Hvussu ofta hevur Vørn gjørt eftirlit umborð á russiskum skipum, síðan Russland fór í kríggj við Ukraina?

3. Fylgir Vørn neyvt við, hvat russisk fiskiskip fiska, og um tey fiska meira enn ásettu kvoturnar av hvørjum fiskaslagi?

4. Hvussu nógv eftirlit var við ávikavist russisk og føroysk skip í 2019, 2020, 2021 og higartil í 2022?

5. Liva eftirlitini hjá Vørn upp til krøvini, sum eru ásett í avtalu við Noreg og ES frá 2020?

Svar:
Til nr. 1

Í 2019 vórðu 14 russisk skip kannað til havs, og 16 ferðir vórðu russisk skip, sum umskipaðu/uppskipaðu við bryggju, kannað.

Til nr. 2
Í tíðarskeiðinum frá 24. februar 2022 til 29. september 2022 eru russisk skip kannað 10 ferðir til havs og 10 ferðir við bryggju.

Til nr. 3
Álagt er øllum útlendskum skipum, herímillum eisini russiskum skipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, at fráboða dagliga veiðu. Upplýsingar um nøgdir og fiskasløg skulu upplýsast.

Avtalað er eisini, at Vørn og russiskir myndugleikar javnan samskifta um hagtøl og veiðuupplýsingar annars.

Vørn vísir á, at um støði verður tikið í teimum royndum, sum Vørn hevur gjørt í mong ár, verður ikki mett, at tað er nakað, sum talar fyri, at russisk skip lata skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

Til nr. 4
Niðanfyri er talva, ið vísir, hvussu ofta Vørn hevur framt eftirlit við føroyskum og russiskum skipum í 2019, 2020, 2021 og fram til 30. september í 2022. Yvirlitið vísir kanningar av landingum og umskipingum hjá russiskum og føroyskum skipum av makreli, svartkjafti og norðhavssild.

##med2##

Viðmerkingar til talvuna (spurningur 4)
Í talvuni sæst, at russisk skip mestsum ikki eru kannað í 2020 og 2021. Høvuðsorsøkin til hetta var, at tíðliga í 2020 vóru fyrstu koronutilburðirnir staðfestir, og tá smitta eisini javnan varð staðfest umborð á fiskiskipum í 2021, var støða tikin til at vísa størsta varsemi, soleiðis at eftirlitsfólkini ikki fingu smittuna og gjørdust sjúk. Vørn valdi at gera alt tað, ið gerast kundi, so skipini Brimil og Tjaldrið ikki vórðu løgd og tí ikki kundu fremja leiting og bjarging, sum eisini er ein av høvuðsuppgávunum hjá skipunum.

Tað, at myndugleikarnir eisini settu landgongubann fyri útlendsk sjófólk, gjørdi eisini sítt til, at Vørn ikki fór umborð at fremja eftirlit.

Skoytast skal uppí, at óvæntaðir tekniskir trupulleikar eisini stungu seg upp í 2020 og 2021, sum gjørdu, at “Tjaldrið” mátti liggja meira við bryggju, enn ætlanin var.

Til nr. 5
Í samband við spurningin verður sipað til krøv í avtalu millum Føroyar, ES og Noreg. Avtalan var bert galdandi fyri 2020 og er ikki endurnýggjað.

Vørn miðar eftir at kanna so nógv sum gjørligt við teirri avmarkaðu arbeiðsorku, sum stovnurin hevur tøka.

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu stórur prosentpartur er kannaður av landaðu nøgdunum í 2022.

##med3##

Talið av landingum av teimum 4 fiskasløgunum í 2022 er 482, og 17 av hesum eru kannaðar. Hetta svarar til 3,53 %.

Árni Skaale
fiskimálaráðharri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo