Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerking til ólavsøkurøðuna hjá løgmanni 2023

Vit kenna hesi kendu slagorðini frá limum í samgonguni, sum hava brúkt tey dúgliga í ymsum samanhangum. Einki um okkum uttan um okkum. Og ofta kenna vit í fakfelagsrørsluni okkum aftur í hesum orðunum. Vit ynskja eisini at vera ein partur av teimum viðurskiftum, broytingum og avgerðum, sum ávirka okkum og limaskara okkara.

Hóast vit so mangan hava sett orð á hetta ynskið, hava vit ferð eftir ferð staðið á síðulinjuni og hugt at, meðan broytingar eru gjørdar í almenna geiranum, sum hava álvarsligar avleiðingar fyri okkara limir. Avleiðingar, sum gera okkara limir verri stillaðar enn frammanundan. Ofta er talan um broytingar, sum eru gjørdar uttan hoyring, hóast sáttmálarnir siga, at starvsfólk hava rætt til at verða hoyrd, tá talan er um munandi broytingar í starvi teirra.

Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni og tilhoyrandi ískoytisparti varð sagt, at tað er umráðandi at kanna møguleikarnar fyri at umskipa almenna geiran fyri at tryggja langtíðarhaldførið. Somu ella betri tænastur skulu veitast fyri somu ella færri útreiðslur, tí vit verða støðugt færri at rinda fyri hesar tænastur.

Ætlanin er at kanna, um almenni geirin í Føroyum virkar nóg væl sammett við onnur lond, og hetta tekur Starvsfelagið fult undir við. Eitt virkið samfelag við eini virknari landsfyrisiting eigur altíð at hugsa um at skipa raksturin á besta møguligan hátt. Hetta eru jú okkara skattakrónur og øll vilja uttan iva hava sum mest burturúr teimum.

Landsstýrið hevur eisini ætlanir um at yvirtaka málsøki frá donsku stjórnini í komandi tíðini. Farsóttarmálsøki, sjóuppmerking og vitaverk eru millum tey málsøki, sum skulu yvirtakast í 2024. Ætlanir eru at yvirtaka enn fleiri komandi árini, eitt nú sjórættin, flogferðslu og møguliga landslæknaembætið. Starvsfelagið tekur eisini undir við hesum ætlanunum og leggur seg ikki út í politiskar avgerðir.

Okkara áheitan er, eins og áður, at fakfeløg, sum varða av starvsfólkum á hesum málsøkjum, ið verða yvirtikin, og har umskipan verður framd í almenna bygnaðinum, verða tikin við í tilgongdini. Hetta fyri at tryggja, at starvsfólk ikki verða verri fyri av broytingum, sum yvirtøkan og bygnaðarbroytingar koma at hava við sær.

Hóast tað vanliga verður sagt frá landsins síðu, at starvsfólk ikki skulu svíða av at verða yvirtikin, hava vit tíverri dømi um tað øvuta. Vit hava limir, sum hava fingið boð um, at tey skulu munandi niður í løn og onnur, sum ongan lønarvøkstur skuldu hava í fleiri ár eftir yvirtøkuna. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka fyri okkara limir og hava enntá verið í Fasta Gerðarrætti fyri at steðga hesum ætlanum, so okkara limir ikki svíða fyri politisku ætlanunum hjá landinum.

Okkara ynskið er, at starvsfólk og fakfeløg verða tikin við í tilgongdina frá byrjanini av, so at starvsfólk verða spard fyri ørkymlan, stúran og strongd av at vera í tí óvissu støðuni, sum broytingarnar í starvinum kunnu hava við sær. Við at samstarva kunnu vit loysa trupulleikar tíðliga í tilgongdini og sleppa undan ósemjum, sum kunnu stinga seg upp. Trípartasamstarv er eitt tað besta amboðið vit hava í slíkum støðum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta seg saman við politiska myndugleikanum at finna langtíðarloysnir. 

Vit hava sagt tað fyrr og siga tað aftur; bestu loysnirnar finna vit í samstarvinum, serliga í trípartasamstarvinum. Vit eru klár.

Súni Selfoss,
Formaður í Starvsfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo