Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Í dag er júst eitt ár til kommunuval verður aftur í Føroyum. Valdagurin er týsdagin tann 12. november 2024.

Á valurslit.fo ber nú eisini til at síggja øll valúrslit á øllum kommunuvalunum aftur til 1992. Har sæst tildømis, at Gerhard Lognberg hevur stillað upp á øllum kommunuvalum í Skopun síðan 1992. Hann var fyrstu ferð valdur í 1984 og tók við sum borgarstjóri 1. januar 1993. Hann hevur annars boðað frá, at hann ikki ætlar at stilla upp aftur næsta ár.

Tað er framvegis ikki greitt, hvat Heðin Mortensen, borgarstjórin í Havn, ætlar at gera næsta ár. Í 1992 varð hann valdur í Tórshavnar býráð við 306 atkvøðum fyri Sambandsflokkin. Hann hevur verið valdur síðan 1972, og málið er sjálvandi at fara longur aftur í tíð og fáa enn fleiri kommunuvalúrslit á síðuna. Vit samskifta við ymiskar kommunur um tað, og øll eru meira enn vælkomin at venda sær til okkara við valúrslitum.

www.valurslit.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo