Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

P/F Tryggingarfelagið LÍV: Fyri fyrstu ferð í nógv ár vóru í 2021 tekin um lutfalsliga ógvusligar príshækkingar, og kom hetta í kjalarvørrinum av covid-19 farsóttini, sum byrjaði at herja í 2019. Renturnar hava verið hækkandi, og er tað grundað á óttan um, at prísvøksturin skal bíta seg fastan.

“Vit fegnast um úrslitið fyri 2021, har LÍV kundi bjóðað fleiri kundum vælkomnum í felagið, sum kundarnir eiga. Hækkandi inngjøldini hava lagt lunnar undir, at felagið kundi lækkað umsitingarkostnaðin í 2021, og kemur tað núverandi og komandi kundum til góðar”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Føroysku íløgurnar hjá felagnum hava eisini havt jaliga ávirkan á avkastið hjá viðskiftafólkunum.

Tað sæst serliga nú renturnar á lánsbrøvum hava verið hækkandi. Eisini hevur LÍV tikið stig til at økja um grønar og burðardyggar íløgur. Hetta verður gjørt saman við føroyskum og altjóða samstarvsfeløgum.

Tryggingargjøldini upp og umsitingarkostnaðurin niður
Vøksturin í fólkatalinum og lønargjaldinum, umframt framhaldandi lága arbeiðsloysið, sæst aftur
í samlaðu eftirlønar- og tryggingargjøldunum í 2021.

Tilsamans vóru inngoldnar 447 mió kr. í brutto tryggingargjøldum, ið er met og svarar til eina hækking á 19,3% samanborið við 2020. Um tikið verður hædd fyri roknskaparligu teknisku broytingum, so er inngjaldið hækkað 12,8%.

Økta inngjaldið, fleiri viðskiftafólk og tálmandi rakstrarkostnaðir hava lagt lunnar undir, at nevndin enn einaferð hevur samtykt at lækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini hjá kundum, sum hava marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið á kr. 300 er lækkað niður í kr. 240 fyri 2021 og 2022.

P/F LÍV Holding og P/F Tryggingarfelagið LÍV blivu løgd saman í 2021. Samanleggingin hevur styrkt um kapitalstøðuna hjá felagnum.

Tekin um hækkandi rentustøði, sum hevur verið at sæð í 2021 og higartil í 2022, sæst aftur í avkastinum fyri 2022. At rentan hækkar, hevur neiliga ávirkan á avkastið í løtuni, men hetta er jaligt fyri framtíðaravkastið av lánsbrøvum.

Í 2021 hevur felagið eitt úrslit eftir skatt á 24,7 mió.kr. samanborið við eitt hall á 3,2 mió.kr. í 2020. Eginognin hjá P/F Tryggingarfelagnum er økt við góðum 24 mió.kr. svarandi til góð 18%.

Góða úrslitið er tengt at gongdini í fíggjarmarknaðinum, lutfalsliga lágum útgjøldum til skaðar, og so hevur hækkandi rentan eisini havt jaliga ávirkan á raksturin hjá felagnum.

##med2##

Ársfrágreiðingarnar hjá LÍV samtakinum kunnu lesast her.

Aðalfundir hjá feløgunum
Ognarfelagið LÍV, P/F Fakfelag og Tryggingarfelagið LÍV høvdu aðalfundir síðst í apríl.

Í Ognarfelagnum eru hesi vald: Lisa Frederiksberg, forkvinna, Eyðdis Ellendersen, næstforkvinna, Sofus Debes Johannesen, kassameistari og Regin Olsen, eykalimur fyri formansskapin.

Í P/F Fakfelag eru hesi vald: Pætur Niclasen, formaður, Ólavur Gunnarson, nevndarlimur, Suni Simonsen, nevndarlimur, Súni Selfoss, nevndarlimur, Borgný Mohr, nevndarlimur, Jógvan Philbrow, nevndarlimur og Óluva í Gong, nevndarlimur og stjóri í P/F Fakfelag.

Nevndin í Tryggingarfelagnum LÍV er afturvald. Í henni sita: Høgni Olsen, formaður, Hanna í Horni, næstforkvinna, Súni Selfoss, nevndarlimur, Kári Petersen, nevndarlimur og Árni Arge, nevndarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo