Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi í skjótt tvey áratíggju verið virkin innan ferðavinnuna í Føroyum og sæð tað fantastisku menning, ið hon hevur upplivað hesa tíð.

Fyrst sum parttíðar ferðaleiðari, seinni sum fulltíðarstarv tá tað loksins bar til og farnu trý árini sum dagligur leiðari og seinni stjóri í ferðaskrivstovu, ið skipar útferðir kring landið og veitir bussar, bussførarar og ferðaleiðarar til alt fleiri bólkar og einstaklingar.

Gjøgnum hesi ár hava vit havt eitt fyrimyndarligt samstarv við bóndur kring alt landið, tá tað kemur til gongd í haga og við bygdarfólkini, har vit hava vitjað kring landið. Har hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, tí vit hava spurt okkum fyri og fingið loyvi frá bóndunum, umframt at vit hava brúkt so nógva “lokala” arbeiðsmegi sum til ber, so sum staðkendar ferðaleiðarar, heimablídni og føroysk tiltøk av alsksyns slagi. Hetta hevur riggað avbera væl og hava vit lagt nógvan pening eftir okkum har vit hava vitjað.

Vit hava altíð tikið gongugjøld frá okkara ferðandi og latið bóndunum tað og ongin hevur nakrantíð klagað ella tosað ilt um hesi gjøld. Øll okkara túsundtals ferðandi hvørt ár, hava goldið hesi gjøld við gleði, so skjótt vit hava greitt teimum frá, hvat og hvønn hesin peningur fer til.

Tey duga væl at síggja, at sjálvandi skulu bóndirnir hava okkurt afturfyri, at tey sleppa at njóta frálíku náttúruna, ið finst í høgunum. Eisini gjalda tey gleðiliga eyka, tá vit greiða teimum frá, at bóndin savnar sær pening til at gera gøtur og aðrar hentleikar, so sum wc, kaffistovur og líknandi, ið fer at koma næstu vitjandi væl við á teirra komandu ferðum higar.

Istaðin fyri at brúka Visit Faroe Islands og Ferðavinnufelagið sum vegleiðarar, áttu mynduleikanir heldur at spurt tey sum skipa fyri útferðum, ferðaleiðarar og tey sum longu fáast við ferðafólk úti um landið, har íroknað serliga bóndur, hvussu best er at skipa fyri. Hvat riggar og hvat riggar ikki – og so tikið tað harfrá.

Óumhugsað marknaðarføring av Føroyum sum eitt land, har øll kunnu fara allastaðni uttan avmarkingar, hava skapt stórar trupulleikar fyri ferðavinnuna kring alt landið. Tá ferðandi koma higar og uppliva, at tey ikki sleppa at reika sum teimum lystir, men skulu halda seg til gøtur, rinda gongugjøld og annars vísa skynsemi, so blíva tey sjálvandi ónøgd og klaga til VFI, sum tíverri hevur staðið fyri slíkari marknaðarføring. 

Tíbetur eru flestu ferðafólk skilafólk og halda seg til gøtur og ávístar leiðir, men so finnast nøkur sum als ikki hava vit og skil til at ganga í náttúruni. Fara í fjøllini og koma í óføri, so bæði tyrlur og nógv bjargingarmanning má avstað at leita – fyri okkara skattakrónur. 

Hesi veruligu “óskipaðu” ferðafólkini hava øll tað til felags, at tey koma higar, leiga sær hotelkamar, leiga ein bil og fara so sum teimum lystir kring landið, uttan at leggja eina krónu eftir seg uttanfyri høvuðstaðin.

Afturat tí kemur so tað óneyðuga slitið á náttúruna og órógvan av djóralívi, ið hesi bera við sær.

Tí vil eg heita á Landstýrismannin, ráðgevar í aðalráðunum og Løgtingsfólk, um at taka okkum ferðavinnurekandi við upp á ráð og virða okkara viðmerkingar hægri enn tær frá Ferðavinnufelagnum, Visit Faroe Islands og øðrum, ið ikki tykjast hava nakað serligt innlit í, hvussu ferðavinnan er og eigur at skipast kring landið so mest fæst burturúr, ikki minst til bygdasamfeløgini og náttúruna.

Ikki skal eg dylja, at vit meta verandi lógaruppskot um “Burðardygga Ferðavinnu” vera eitt risastórt bakkast fyri vinnuna, bygdirnar, útjaðarin, bóndur, samfelagsbúskap og ikki minst okkara viðkvomu náttúru.

Júst hvussu tað skal skiljast, vil eg at koma inn á og greina nærri komandu dagarnar.

Jógvan Hovshólm
Stjóri í Faroeway Adventures, ferðaskrivstova og útferðaveitari í Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo