Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jákupsskelin var ikki meira enn hálvdeyð - og tað var for nógv hjá onkrum!

Grindahjarta.

Kalvi og kaviar.

Tað ráa argar. Hjá summum.

Ikki alt á tallerkinum skal etast. Undir taranum er ein útholað gularót við tí góða.

Lamb og kál.

Ræst uppá ein annan máta.

Spik var við her bleiv sagt, men tað smakkar tú ikki.

Sundmagi.

Lundahøvdið var ein avbjóðing. Men tað smakkaði stak væl!

Jákupsskelin var ikki meira enn hálvdeyð - og tað var for nógv hjá onkrum!

Grindahjarta.

Kalvi og kaviar.

Tað ráa argar. Hjá summum.

Ikki alt á tallerkinum skal etast. Undir taranum er ein útholað gularót við tí góða.

Lamb og kál.

Ræst uppá ein annan máta.

Spik var við her bleiv sagt, men tað smakkar tú ikki.

Sundmagi.

Lundahøvdið var ein avbjóðing. Men tað smakkaði stak væl!

Tað var illfýsi veður hetta kvøldið, fríggjakvøldið 22. mars, sama kvøld sum KOKS á samkomu fyri ferðavinnufólkum á Hotel Hafnia varð kosið ársins nýbrot. 

Vindurin rykti og skrykti í Skerpi - hjallin hjá koksfólkunum, sum tey hava sett við Leynarvatn, og har gestirnir skulu bíða til landrovarin við ongari nummarplátu koyrir tey til húsini Frammi við Gjónna. 

Og lat tað vera sagt beinanvegin, at tygara útsendi neyvan er tann best ílætni til at skriva eitt ummæli av hesum slagnum. Í øllum førum ikki til nakran annan enn ein púra vanligan føroying.

Vit høvdu fingið at vita, eg og frúan, at vit skuldu sita saman við øðrum, tí onki tveymansborð var tøkt. Tí var tað eisini spennandi at vita, hvørjum vit skuldu vera í vertskapi við hetta kvøldið. So við og við komu tey fram, og komu innar í "hjallin" har vit kundu heilsa uppá hvønn annan. 8 fólk. Øll føroyingar.

Framkomin til Gjónna fingu vit at vita, at tey hildu fyri vist, at hetta mundi vera fyrstuferð at bara føroyingar vitjaðu á KOKS eitt kvøld. Ringu floglíkindini gjørdu, at útlendingarnir, sum eisini skuldu koma, kortini ikki komu. 

Sjógvurin fyllir nógv hjá Koks.

Sum tey siga í faldiblaðnum, tú fært at lesa í meðan tú bíðar í hjallinum: "...tað er so stutt frá fiskileið til matstovuna. Fiskurin er bara nakrar tímar gamal, tá ið hann verður borðreiddur, so hann varðveitir upprunaliga smakkin".

Og har er sjón fyri søgn. 

- Livir hon? spurdi ein av dámunum við borðið, ímeðan hon koyrdi undir Jákupsskelina við lítla, reyðskaftaða dolkinum. Og jú, hennara gjørdi! Úrlætni muskulin hevði ikki hug at geva upp ondina uttan svørslag og lat við seg koma hvørjaferð knívseggin nærkaðist. 

Kanska er stikni til tað ráa, serliga tá tað kemur úr sjónum, okkurt serføroyskt. Kanska ikki. Í øllum førum var tað meira enn ein av okkum 8 við borðið sum tók restina av teimum 20 ella so rættunum við eini ávísari tortrúgv. Ella - vit kunnu siga at borðharrarnir í fleiri førum fingu ein størri verð, enn tey í køkinum høvdu ætlað. Men feskt var tað, kundu vit í øllum førum og skjótt staðfesta. Ja altso, tá tað ikki var ræst, turt ella salt.

Síðani komu rættirnir bara, ein fyri og annar eftir. Sera gjøgnumført professionelt og ein sonn fragd at uppliva. Eitt kulinariskt himmiríki, sum onkur stillisliga helt fyri ímeðan etið varð við andakt.

Kúfiskur, Kalvi og Kaviar, Øða, Toskur og Bjarnaleykur, Saltfiskur og Kræklingur, Krabbi og Sukurtari, Grindahjarta, og so Garnatálg, Skerpikjøt, Lundi og Lamb. Alt samalt tilgjørt uppá mátar, sum tú heilt vist ongantíð hevur upplivað tað. Og Skaldabrobber og Krákuber umframt Søl og Bláber og so søtt (frá Gómagott?) omaná.

Tey duga væl at greiða frá matinum, tey seta fyri teg. Og tú ivast onga løtu í, at tey hava alla orsøk at vera errin, sum tey skilliga eisini eru.

Tað er gott, og tað skal tað eisini vera, tá tú rindar 3.000 kr fyri eina matskrá við vínskrá. Flestu okkara vildu hava júst tað. Matskrá við vínskrá. Ikki minst tí KOKS, sum helst tann einasta matstovan í Føroyum, hevur ein sommelier í starvi. Ikki bara ein víntænara, men ein við serligum kunnleika og hegni at para ymsu rættirnar við hóskandi víni.

Onkur valdi tó djusskrá, tí hon hevði hoyrt so gott um hana. Eirindaleysi dómurin eftir upplivingina var tó, at helvtin av djúsunum (tey mundu kosta útivið 100 kr glasið) vóru nakað heilt serligt. Restin var ikki.

Vínið var í flestu førum gott, vóru vit samd um. Tó so, nógv av tí var hvítt, óivað tí at so nógvir av rættunum hava sín uppruna í sjónum. Og portvínið frá Madeira (Sercial 1999, d'Oliveiras Madeira, Portugal) sum kennarin hevði valt at parað skerpikjøtið við, smakkaði mest sum rabarbuvínið, eg sjálvur bryggjaði júst sama ár og framvegis eigi eina fløsku eftir av.

Men tað hevði heldur ikki verið nøkur løtt uppgáva, segði hon, sommelierurin, at finna ein kompetentan drik til júst skerpikjøtið.

Hví ikki øl, var nærliggjandi spurningurin, sum ongin okkara tó tordi at spyrja.

Samanumtikið
Um tú ert ein av teimum, sum fegin vilt brúka eina lutfalsliga stóra upphædd uppá at fáa eina góða matuppliving, og samstundis læra eitt sindur um standardin á eini matstovu við tveimum Michelin stjørnum, so far!

Hinvegin, ert tú ein sum setur smakk framum alt annað, so kanst tú hugsa teg um einaferð eyka áðrenn tú bíleggur borð. Alt er sera væl frágingið, ikki minst hugnin í frábera góðu hølunum Frammi við Gjónna. Og samlaða upplivingin hevur heilt víst ongantíð verið møgulig í Føroyum áður enn nú. Rættirnir vóru sum listarverk at síggja til, allir samlir, har var nóg nógv til eygað. Men kanska kundi í onkrum føri meira verið gjørt við sjálvan smakkin. Tað er sum um at hann ikki altíð livir upp til, hvussu gott tað sær út.

Men eg giti, at tað man vera trupult at behaga allar munnar - tann føroyska sum veit, hvussu til dømis ræst smakkar, og tann útlendska, sum ikki skal verða púra sligin um koll.  

Fyri at venda aftur til faldiblaðið frá í áni, har tey eisini siga: "Vit hava gjørt okkara besta at íhylkja smakkin og geva tykkum eina áhugaverda matferð, sum tit vónandi minnast leingi fyri tað góða." 

Tað fara vit at gera.

Jákupsskelin var ikki meira enn hálvdeyð - og tað var for nógv hjá onkrum!

Grindahjarta.

Kalvi og kaviar.

Tað ráa argar. Hjá summum.

Ikki alt á tallerkinum skal etast. Undir taranum er ein útholað gularót við tí góða.

Lamb og kál.

Ræst uppá ein annan máta.

Spik var við her bleiv sagt, men tað smakkar tú ikki.

Sundmagi.

Lundahøvdið var ein avbjóðing. Men tað smakkaði stak væl!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo