Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Talvsambandið: Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í dag.

Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin.

Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn.

Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.

1. umfar - 11. november (EM 2023)

Bo.

36

Faroe Islands

Rtg

-

17

Greece

Rtg

½ :3½

17.1

FM

  

2387

-

GM

  

2619

0 - 1

17.2

FM

  

2291

-

GM

  

2573

0 - 1

17.3

FM

  

2254

-

GM

  

2623

½ - ½

17.4

IM

  

2281

-

GM

  

2543

0 - 1

Danmark útinti sensasjónina
Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var, at Aserbadsjan, sum er styrkismett nummar eitt, var fyri púra óvæntaðum tapi móti Danmark. Danir hava allar sínar bestu telvarar við í Montenegro, men kortini hevði eingin ímyndað sær, at teir fóru at koppa gullfavorittunum. Mads Andersen tryggjaði 2½-1½ sigurin við at vinna á Mamedjarov.

Verri gekst Íslandi. Hóast teir eisini hava sínar bestu telvarar við í Montenegro, taptu teir heili 4-0 fyri Serbia í dag. Heimsins besti telvaði, Magnus Carlsen, er oddamaður hjá Noregi, og hann vann á 1. borði móti Slovakia. Dysturin endaði 2-2. Svøríki við Nils Grandelius og Tiger Hillarp-Persson á odda var fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka týska landsliðnum. Tað endaði javnt á trimum borðum, avgerðin fall á 4. borði.

Aserbadsjan, Rumenia, Týskland, Ongland og Armenia eru styrkismett frá nummar eitt til fimm.

Níggju umfør eru í alt. Telvað verður til 20. november. Ein frídagur er eftir fimta umfar. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður í øðrum umfari í morgin. Byrjað verður klokkan 14.

Føroyar hava ongan eykamann, tí verður telvað við somu manning allar dystirnar. Tað er harður kostur, ikki minst hjá veteraninum John Rødgaard, sum nú er 68 ár. Skuldi onkur fingið forfall, noyðist liðleiðarin Ingolf Gaard at loysa av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo