Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað gerst alt meira vanligt at hoyra um persónar, sum velja at fara av landinum og rinda stórar peningaupphæddir fyri keyp av privatari læknahjálp og aðrari heilsuhjálp, tí hjálpin her heima ikki var tøk ella ikki nóg skjót. Eisini frættist um fyritøkur, sum bjóða sínum starvsfólkum eina trygging, ið inniber eina viðgerðartrygd fyri starvsfólkið og makan hjá viðkomandi, um tað skuldi hent, at sjúka rakar hesi.

Tað er ógvuliga forstáiligt, at fólk gera sítt ítarsta fyri at bjarga egnari heilsu og hjá sínum nærmastu, og endamálið við slíkum privatum tryggingum er gott í sjálvum sær, tí tað kann bjarga mannalívum.

Hinvegin er tað ófrættakent, at nakrir borgarar fáa skjótari og betri atgongd til heilsu- og almannahjálp, tí tað merkir samstundis, at restin av landsmonnum okkara eru verri fyri á hesum øki, tí tey hava ikki ráð til at keypa sær privata hjálp, og tey hava heldur onga privata trygging, sum gevur teimum eyka viðgerðartrygd.

Hetta er avgjørt ikki ein gongd, ið vit sambandsfólk ynskja og enn minni vilja arbeiða fyri, tí Sambandsflokkurin er ein sosialur flokkur, ið raðfestir samhaldsfesti, har øll eru líka fyri lógini og fáa líka góða hjálp, sama hvussu borgarin er fyri fíggjarliga, starvsliga, útbúgvingarliga o.s.fr.

Persónliga veit eg av royndum, hvussu hjálparleys tey við serligum tørvi eru, og hvussu teirra møguleikar eru treytaðir av, at onnur tala teirra søk, tí sjálvi hava tey onga rødd har, avgerðirnar verða tiknar.

Tí fer mín rødd á Løgtingi altíð at tala søk teirra veiku, um so er, at eg fái álit veljarans 8. desember – lat ongan iva vera um tað! Samfelag okkara telist millum tey ríkastu í heiminum, og tí er tað bæði ein sjálvfylgja og eitt krav, at vit fara væl um okkara veikastu og ongantíð gevast at bøta um teirra kor og møguleikar.

Har er framvegis langt á mál, og nógv er at stríðast fyri, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri tey við serligum tørvi og familjur teirra, sum mangan eru troyttar og hava hjálp fyri neyðini. Úr rúgvuni av málum kann eg her nevna, at tað er púra burturvið, at stovnar, ið veita tænastur til slíkar familjur fara í summarfrí, tí tey, sum hava serligan tørv, hava hann alt árið.

Sambandsflokkurin er fyri teg, sum vilt, at allir borgarar, skulu fáa líka góða hjálp, sama hvussu tey eru fyri fíggjarliga og á annan hátt, og har hjálpin og tænastan til tey við serligum tørvi verður raðfest høgt.

Eitt samfelag er gott, har tey veiku hava tað gott. Hesum vil eg stríðast fyri, fái eg álit veljarans 8. desember.

Frimodt Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo