Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

At ”fríttstilla” síni tingfólk í etiskum málum er eitt stórt svik móti veljarunum!

Nú seinasti av stóru flokkunum hoknaði undir liberalismuni, er Miðflokkurin einsamallur skansi í virðisstríðnum!

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í fiskivinnumálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í búskaparmálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í sosialmálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í heilsumáum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í skúlamálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í mentamálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í vinnumálum?

Hví eru tingfólk teirra ikki frítt stillaði at atkvøða í uttanlandsmálum?

….. og vit kundu hildið á at spurt.

Men svarið fart tú neyvan, tó at tað er sera einfalt.

Svarið er, at flokkanir ræðast at standa ímóti, tá á stendur!

Teir velja at geva eftir, tá mest umræður, tá gudleys rák streyma inn yvir oyggjanar. Ístaðin fyri at verja borg svíkja teir!

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo