Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað var ein væl nøgdur grannskoðari, sum saman við einum væl nøgdum formanni, legði ársfrágreiðingina fyri 2020 hjá 07 Vestur fram á eykaaðalfundinum, sum var seinnapartin sunnudagin 21/2-21.

Grannskoðarin helt fyri, at 07 Vestur er eitt vælrikið felag, og har er onki at fnnast at, tá talan er um fíggjarliga partin av felagnum. Hóast 2020 hevur verið eitt avbjóðandi ár, har korona farsóttin í stóran mun hevur ávirkað møguleikarnar hjá felagnum til at fáa inntøkur, kunnu vit fegnast um, at roknskapurin fyri 2020 vísir eitt yvirskot á kr. 556.905. Sostatt er fíggjarliga gongdin í felagnum komin í ein trygga legu. Vit eiga munandi meira, enn vit skylda, og vit klára at svara hvørjum sítt. 

Felagið varð grannskoðað av Roknskaparfelagnum, og á fundinum var semja um at halda áfram við samstarvinum við Roknskaparfelagið. Ársfrágreiðingin er annars at finna á heimasíðuni hjá FSF, www.fsf.fo, undir okkara felagið, um tað skuldi hent seg, at onkur hevur hug til at fáa meira kunning um fíggjarligu støðuna hjá 07Vestur.

Framyvir vil nevndin arbeiða fyri, at fíggjarligt støðufesti verður nakað, sum fer at eyðmerkja 07 Vestur. Samstundis ynskja vit áhaldandi at menna og vera um allar okkara leikarar, frá teimum yngstu aldursbólkunum til teir elstu, og vit vilja syrgja fyri, at eisini børnini og ungdómurin verða fíggjarliga raðfest. Vit vilja alsamt minna okkum sjálvi og onnur á, at okkara felag er munandi størri, enn Betri-hópurin.

Øll eru vit greið yvir, at úrslit eru ikki alt, men samstundis kunnu vit ikki dylja fyri, at vit ynskja og vóna, at okkara bestu lið hjá monnum og kvinnum koma at stabilisera seg í bestu deildunum. Og spennandi verður at síggja, um hetta fer at eydnast.

Undir øllum umstøðum er tað serstakliga hugaligt at kunna leggja farna kappingarár afturum við einum fíggjarligum yvirkoti í skjáttuni. Hetta gevur áræði og treysti til nevndararbeiðið komandi kappingarár, og vit vilja av hjarta takka øllum, ið á einhvønn hátt hava stuðla felagnum. Uttan tykkum bar onki til.

Vónandi síggjast vit á Dungasandi í 2021.

Nevndin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo