Føroyska heimsstjørnan Eivør Pálsdóttir, ella bara Eivør sum er hennara listafólknavn, ger greitt, at hon ikki fer at hava nakra konsert í Russlandi í apríl, sum annars ætlað.
- Sum støðan er í Ukraina síggja vit ongan annan møguleika enn at avlýsa tiltøkini sum vit høvdu ætlanir um í apríl. Vit vóna at tey kunnu verða eina aðruferð, sigur Eivør á sínum facebookvanga og leggur afturat, at tað er sera trupult at finna orð um tað sum hendir.
- Vit hugsa um fólkið í Ukraina, sigur Eivør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo